Longu hósdagin legði Krista botnin, tá hon megnaði at klára eina kravtíð til EM-kappingina fyri brekað, sum verður í Berlin í summar, og síðani helmaði hon ikki í, men fekk hópin av góðum úrslitum í German Open.
Krista Mørkøre var í kappingum bæði fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin, og allar dagarnar megnaði hon at vinna heiðursmerki, umframt at hon setti fleiri persónlig met.
Tá avtornaði, hevði 12 ára gamla Krista, sum dagliga venur og svimjur í svimjifelagnum Ægir, vunnið trý silvur- og fimm bronsuheiðursmerki, sum tey í ÍSB fegnast stórliga um.









