KRIS 20 ár: Eingin skal vera fyri kynsligum ágangi

– Tá vit byrjaðu at arbeiða, tosaðu og hugsaðu vit øðrvísi um kynsligan ágang. Í dag er opinleiki størri - ein hoyrir um tað og tað verður meiri umrøtt

Týsdagin tann 15. september var hátíðarhald á Toftum í sambandi við at KRIS fyllir 20 ár. Orsakað av koronatilmælinum var dagurin var fyri innbodnum. Uppmøtingin var góð og nakrar røður vóru hildnar.

Eitt nú hildu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir landstýriskvinna í Almannamálaráðnum, Bill Justinussen, sum var fyri Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálaráðnum og borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannes Danielsen, røður.

Umframt røður, vóru eisini sangir og søgur frá persónum, sum hava upplivað kynsligan ágang og um hvørja hjálp tey hava fingið frá KRIS.

Gvøðbjørg West, leiðari, sigur frá um arbeiðið hjá KRIS frá byrjan til nú:

– Alt – ja alt broyttist. Hvussu kundi slíkt henda? Hvussu kundi ein vaksin persónur nøkta sín sjúkliga seksuella tørv við einum barni? Jú, tíverri var tað so, og hvat ger ein í slíkari støðu? Hví? Hvussu gera vit fyri at fáa hjálp? Hvussu kann mann fáa hjálp? Men eingin, eingin hjálp var at fáa. Eingin kundi hjálpa okkum.

– Eins og neyðin fær nakna kvinnu at spinna, soleiðis varð farið til verka og felagsskapurin KRIS varð stovnaður, við hjálp frá góðum fólkum.

##med2##

– Tað var ikki nógv vit høvdu at arbeiða við tá, men tað eru mong, sum hava givið sítt íkast til at KRIS er vorðið til tað, tað er í dag.

Í dag veitir KRIS ókeypis hjálp bæði til persónar, sum hava verið fyri ágangi og til teirra næstringum. Arbeitt verður eisini við kunning, ráðgeving og vegleiðing til stovnar og felagsskapir, eins og fyribyrgjandi undirvísing á dagstovnum og í skúlum. Eisini fara umboð fyri KRIS út og upplýsa um seinárin av kynsligum ágangi við átakinum Nýggjar leiðir.

Sjálvhjálparbólkarnir eru fimm i tali. Ein mannfólkabólkur og 4 kvinnubólkar. Endamálið við sjálvhjálparbólkum er m.a. at møguleiki er at hitta onnur, sum eru í somu støðu, deila  upplivingar, tankar, kenslur og stuðla hvørjum øðrum í at ”liva við áganginum, men ikki í honum”.

– Tá vit byrjaðu at arbeiða, tosaðu og hugsaðu vit øðrvísi um kynsligan ágang. Í dag er opinleiki størri - ein hoyrir um tað og tað verður meiri umrøtt. Tað, at tað ikki er líka bannhalgað, ger tað lættari at arbeiða við, sjálvt um tað enn er líkað bannhalgað fyri tey, sum eru fyri ágangi. Vit tosa meiri um tað, sum er ringt, men eisini um tann vanliga seksualitetin, sum børn eiga at vaksa upp við, segði Gvøðbjørg West, leiðari, í røðu síni.

– Tað fyribyrgjandi arbeiðið vit gera á dagstovnum og í skúlum, er við til at seta hetta á dagsskránna. Vit vita eisini, at hetta hjálpir børnunum at siga frá um teirra upplivingar, og tað hoyra vit eisini frá teimum, sum eru um børnini. Okkara mál er at eingin skal vera fyri slíkum, sjálvt um tað kanska er eitt mál vit ongantíð koma at røkka, segði hon.

– Hyggja vit aftureftir, so síggja vit, at KRIS tey seinastu 5 – 6 árini hevur fingið útvið 900 áheitanir, og í hvørji einastu hava tað verið persónar aftanfyri, sum hava havt hjálp og vegleiðing fyri neyðini. Tað eru mong, og tað er álvarsamt. Vit fara framhaldandi at bjóða “systeminum” av, og vit skulu halda fram at hava eina týðiliga rødd, hetta tí at eingin skal vera fyri kynsligum ágangi, segði Gvøðbjørg West.