Kringvarpsstjórin væl nøgd við ólavsøkudekning

Hóast Sjónvarp Føroya sendi væl minni frá ólavsøkuni í ár enn undanfarin ár, er stjórin í kringvarpinum, Annika M. Jacobsen, sum heild væl nøgd við samlaða dekningin av tjóðarhátíðini



Á ólavsøku í ár valdi Kringvarp Føroya at leggja mestu orkuna í útvarpsfrásagnir. Avgerðin hevði við sær, at sjónvarpið ongi verulig journalistisk innsløg hevði, har tað eitt nú bleiv prátað við ólavsøkugestir ella fólk vóru boðin inn í sjónvarpsstovuna til prát ella framførslur. 



Øðrvísi raðfesting

Hóast ein ávís ónøgd hevur verið at hoyrt um, at júst hesin parturin av sjónvarpsfrásagnum ikki var við í ár, er stjórin í Kringvarpi Føroya, Annika M. Jacobsen, sum heild væl nøgd við samlaða dekningin.

Hon vísir á, at sjónvarpið sendi frá øllum teimum føstu tættunum, meðan útvarpið sendi væl meir og var betri mannað enn vanligt.

Men røkir sjónvarpið sínar public service skyldur nóg væl við bert at seta eitt myndatól upp, og stórt sæð bara lata myndirnar tala fyri seg sjálvar?

- Tað dugi eg ikki ikki rættiliga at siga. Hetta var ein raðfesting, sum vit valdu at royna í ár. Eftir mínum tykki var samlaða tilboðið gott, men tað kann altíð hugsast, at okkurt kundi verið øðrvísi. Tað er nakað vit fara at tosa um, nú vit fara at eftirmeta dekningin av ólavsøkuni, sigur Annika M. Jacobsen.

Sum skilst kunnu hyggjara heldur ikki vænta, at meir verður at síggja frá ólavsøkuni í seinni sendingum.

- So vítt eg veit, er onki tilfar frá ólavsøkuni í umbúna, sum ætlanin er at senda seinni, sigur stjórin í kringvarpinum. 



Fylgdi tilmæli

Júst hví avgerð varð tikin um, at skerja sjónvarpsfrásagnirnar heldur enn útvarpsfrásagnirnar, veit Kringvarpsstjóri ikki rættiliga at siga.

- Eg valdi at fylgja tilmælinum, sum kom frá bólkinum, ið legði ólavsøkudekningin til rættis, sigur Annika M. Jacobsen, sum ikki veit, um hædd varð tikin fyri hyggjaratølunum á ólavsøku í hesum viðfangi.

- Eg leyt á, at tilmælið frá bólkinum tryggjaði ein samlaðan góðan dekning, sigur hon.

Í samband við raðfestingina av ólavsøkudekninginum minnir Annika M. Jacobsen á, at stovnurin er í eini broytingartilgongd, har finnast skal fram til nýggjar leistir fyri virksemið. Tí fær hon illa sagt longu nú, hvussu nógv hyggjarar kunnu vænta at síggja frá ólavsøkuni næsta ár.

- Tað verður uttan iva nakað av tí, vit fara at tosa um, saman við nýggju deildarleiðararnum, sum verða settir í starv í næstum. Teir skulu millum annað verða við til at stinga framtíðarvirksemið hjá stovninum út í kortið, sigur Annika M. Jacobsen, stjóri í Kringvarpi Føroya.