Kringvarpsstjórin ikki á veg úr starvinum

Seinastu tíðina hava leysatíðindi gingið um, at kringvarpsstjórin, Annika Mittún Jacobsen, skal vera á veg út úr Kringvarpinum. Hetta avsannar Kringvarpsstjórin

Kringvarpið

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Tað hevur seinastu tíðina ljóðað at stjórin í Krinvarp Føroya, Annika Mittún Jacobsen, skal hava tikið avgerð um at fara úr starvi sínum sum kringvarpsstjóri.

Seinasta vikuskifti tóku tveir týðandi persónar í Kringvarpinum seg úr starvinum, nevniliga Allan Dalsgarð, leiðari á Miðladeildini, og Signar í Homrum, ið er lýsingasamskipari í Kringvarp Føroya.

Síðan tá hava leysatíðindi verið um at kringvarpsstjórin, Annika Mittún Jacobsen, eisini skal vera á veg úr starvinum, men sjálv avsannar hon hetta.

Er tað rætt, at tú ert á veg úr starvinum sum kringvarpsstjóri?

- Nei. Tað er tað ikki. Eg trívist væl, og so leingi Kringvarpið verður debatterað, er tað bara gott, sigur Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarp Føroya.