Allan fyrrapartin hava verið ógvusligir jarðskjálvtar í Asia.
Stjórin í Kringvarpi Føroya, Annika Mittún, er í løtuni á kenda feriustaðnum Phuket í Teilandi, har hon heldur feriu saman við manni og børnum. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Annika Mittún og familja hennara høvdu verið útferð og sótu í einum bussi á veg heimaftur til gistingarhúsið, tá bussførarin brádliga vildi hava øll tey ferðandi úr bussinum. Fólk róptu um flóðalduávaring, og ferðalagið, sum kringvarpsstjórin og familja hennara vóru við í, vórðu førd inn í heimið hjá eini teilendskari familju.
Vandin fyri einari stórari flóðaldu í Indiska havinum, sum var eftir hørðu jarðskjálvtarnar út fyri indonesiska Aceh-landspartinum, er nú avblástur.
Fyrst varð máldur ein jarðskjálvti upp á 8,7 á Richter-stiganum, og nakrar tímar seinni kom ein skjálvti upp á 8,2.
Fleiri lond eru rakt av smærri aldum, men ávaringin um tann heilt stóra flóðalduvandan varð avblást gott hálvgum tvey, okkara tíð. Einki verður sagt um, at fólk hava fingið skaða ella at materiellir skaðar eru hendir, har smærru aldurnar hava rakt eftir jarðskjálvtarnar.










