Kringvarpsstjórin: - Eg lesi rættiliga nógv

- Sum søgufrøðingur ynski eg mær bókina “Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum” eftir Erlingi Isholm, sigur Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri.

Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt?

- Eg lesi rættiliga nógv. Tað mesta er útlendskt. Eg eri komin eitt sindur aftur úr við føroysku prosabókmentunum, men eg havi lisið flestu nýggju føroysku yrkingasøvnini. Tey eru sum heild góð.

Hvørja bók lesur tú beint nú?

- “Europa” eftir Geert Mak. Hon hevur nøkur ár á baki, men krýnikan ger okkum eitt sindur klókari um evropeiska meginlandið.

Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu?

- Sum søgufrøðingur má eg siga “Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum” eftir Erling Isholm.

Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum?

- Dygdin er góð. Vit hava fleiri nýggjar yrkjarar á høgum stigi, Anna Malan Jógvansdóttir, Kim Simonsen, Vónbjørt Vang, Lív Róadóttir Jæger - bara fyri at nevna nøkur. Eisni prosabøkurnar seinnu árini hava verið á høgum stigi, sigur Ivan Hentze Niclasen.