Kringvarpið skal ikki hava lýsingar

Í næstum kemur uppskot frá landsstýrinum í tingið, sum ásetir, at privatu fjølmiðlarnir skulu hava lýsingarmarknaðin fyri seg sjálvan

– Kringvarpið skal ikki longur hava vanligar lýsingar.

 

Tað sigur Bjarni Djurholm, formaður í mentanarnevndini hjá løgtinginum.

 

Í ólavsøkurøðuni segði løgmaður, at eitt fjølbroytt miðlalandslag var týdningarmikið fyri at tryggja eitt vælvirkandi fólkaræði. Hann vísti á, at landsstýrið arbeiðir við broytingum í lógini um Kringvarp Føroya, sum geva bæði Kringvarpinum og privatu miðlinum betri karmar.

 

– Eitt nú er ætlanin at gera Kringvarpið leyst av lýsingarinntøkum fyri at tryggja óheftni og javnari kapping, segði løgmaður.

 

Tað er Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum umstir málsøkið, og hann hevur arbeitt við einum uppskoti, sum hevði til endamáls at taka lýsingarnar frá Kringvarpinum, sum síðani skuldi fáa endurgjald fyri tað. Eitt modell, sum var frammi í hesum sambandi var at frítaka kringvarpsgjaldið fyri mvg og síðani lata Kringvarpið fáa tann partain av gjaldinum eisini. Hetta hevði givið Kringvarpi Føroya um 11 milliónir krónur meira í inntøku.

 

Men hesin leistur hóvaði ikki Fólkaflokkinum, og tí kom uppskotið hjá Bjørn Kalsø ongantíð í tingið. Men eitt líknandi uppskot varð kortini felt í tinginum í seinstu tingsetu. Tað var uppskot, Rigmor Dam og Gunvør Balle løgdu fyri tingið við nøkulunda sama innihaldi, sum uppskotið, ið landsstýrismaðurin hevur arbeitt við.

 

– Tað er ætlanin at loysa hetta málið í tráð við tað, sum løgmaður segði í ólavsøkurøðuni, sigur Bjarni Djurholm.

 

Avgerðin hjá júst Fólkaflokkinum hevur stóran týdning í hesum máli, tí hinir flokkarnir eru frammanundan sinnaðir at finna eina loysn. Tað tykist Fólkaflokkurin nú eisini at vera.

 

– Eg haldi, at vit skulu loysa Kringvarpið frá vanligum lýsingum. Vit mugu so finna og skera ein nýggja leist til, hvussu vit fíggja Kringvarpið. Tað havi eg sagt við Bjørn Kalsø. Vit hava avrátt at tosa saman í næstu viku um málið, sum síðani skal leggjast fyri tingið, sigur Bjarni Djurholm.

 

Jørgen Niclasen hevur fyrr sagt, at hann tekur ikki undir við at frítaka kringvarpsgjaldið fyri meirvirðisgjald.

 

– Tað er heldur ikki so einfalt, tí gera vit tað, so mangla 11 milliónir í hjá tí almenna, og tær mugu so fáast til vega á annan hátt, sigur Bjarni Djurholm.

 

Hann heldur, at tað má vera ein loysn, sum kann finnast í Mentamálaráðnum uttan at blanda Fíggjarmálaráðið uppí.

 

– Tað er mítt ynski og mín vón, at vit finna eina loysn, sum veruliga hjálpir privatu miðlunum. Tað einasta rætta er, at privatu miðlarnir eiga lýsingarmarknaðin fyri seg sjálvan – uttan at Kringvarpið skal hava burturav, heldur Bjarni Djurholm.

 

Umframt at tryggja privatu miðlunum lýsingarmarknaðin, so sigur Bjarni Djurholm, at ein partur av loysnini eisini snýr seg um útberingarstuðul.

 

Bjarni Djurholm hevur sum landsstýrismaður eisini arbeitt við hesum málinum fyrr.

 

– Eg eri sera harmur um, at einki er komið burturúr, tá vit fyri um 10 árum síðani arbeiddu við hesum málinum. Men ætlanin hjá mær nú er, at ein blaðútberingarstuðul eisini skal setast í gildi fyri at tryggja, at fólk í Suðuroy, á Sandoy og útoyggjum framyvir kunnu fáa bløð fyri sama prís, sum fólk í miðstaðarøkinum, sigur Bjarni Djurholm.