Í gjárkvøldið vóru tey helst fleiri, ið undraðust á tað tey hoyrdu í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Útvarpsljóðið kom inn yvir sjónvarpsljóðið, og tí var einki høpi á ljóðinum ta einu løtuna. Tíðindaverturin Johnsigurd Johannesen segði í gjárkvøldið, at samanleggingin av útvarpi og sjónvarpi er so heit í løtuni, at útvarpsljóðið er komið inn yvir sjónvarpsljóðið
Men Kringvarpið skundaði sær at senda út eina almenna frágreiðing í gjárkvøldið.
Kringvarpið sigur, at tað sum hendi var, at routarin, sum sendir signalið úr Kringvarpinum niðan á móttøkustøðina hjá Føroya Tele, gekk fyri. Tí kom bland í sjónvarps- og útvarpssignalið.