Tingfundur verður settur nú klokkan 10.
Ein 3. viðgerð og tríggjar 2. viðgerðir eru á skránni.
Millum aðrar er eisini 2.viðgerð av lógini um kringvarp. Í álitinum verður mælt til, at Kringvarp Føroya framvegis sleppur at senda lýsingar - bæði í útvarpi og sjónvarpi - men peningurin fer í ein filmsgrunn og ein miðlagrunn.










