Kringvarpið sleppur ikki at hækka kringvarpsgjaldið, og so má stovnurin spara Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur nú gjørt av, at kringvarpsgjaldið verður ikki hækkað á hesum sinni. Í løtuni er ársgjaldið 3.625 krónur fyri húskið.
Jógvan Jespersen, kringvarpsstjóri, sigur við Útvarpið, at nú skulu tríggjar milliónir krónur finnast til raksturin næsta ár, umframt at ein millión vantar í í ár.
-Fleiri størv eru ósett í løtuni, so her og nú er eingin vandi fyri, at nakar verður uppsagdur. Men ein so stór sparing kann ikki fremjast, uttan at hon fær avleiðingar eina ella aðrastaðni, sigur kringvarpsstjórin.