Kringvarpið skal missa lýsingarnar

Tinglimir halda, at Kringvarpið skal missa inntøkurnar av lýsingum, tí tað setir trúvirðið hjá stovninum í vanda og kann elva til, at stórir lýsarar verða friðhalgaðir

Verður trúvirðið hjá Kringvarpinum sett í vanda av tí, at stórir sponsorar fíggja ávísar sendingar og av tí, at lýsingar eru í Kringvarpinum?

Hetta er ein av nógvum spurningum, sum kemur til grundiga viðgerð á Føroya Løgtingið í allarnæstu framtíð.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur nú boðað frá, at um einar tvær, tríggjar vikur, fer hon at leggja upp til orðaskiftið á Føroya Løgtingið um Kringvarp Føroya í breiðastu merking.

Í hesum sambandi sleppa tinglimir og landsstýrisfólk at siga sína hugsan um Kringvarpið um rættindi og skyldur hjá Kringvarpinum og um, hvørji krøv skulu setast Kringvarpinum.


Friðhalga sponsorar

Ein týðandi spurningur í øllum hesum orðaskiftinum verður: Hvussu skal Kringvarpið fíggjast.

Akkurat hendan seinasta spurningin tók Løgtingið ein forsmakk upp fyrr í vikuni, tá ið Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, spurdi landsstýriskvinnuna um hon heldur at tað er ílagi, at Kringvarpið er fíggjað við lýsingum og sponsorum, hóast tað hevur lógartryggjaðan rætt til lurtara- og hyggjaragjald.

Seinasta dømi um hetta er, at nú er tað Tryggingarfelagið Føroyar, sum fíggjar veðurtíðindini í Sjónvarpinum.

Ein spurningur, sum varð reistur um vandi ikki er fyri, at stórar fyritøkur verða friðhalgaðar afturfyri at figgja sendingar í Kringvarpinum.

Men umframt vandan fyri trúðvirðinum, vildu tinglimir verða við, at hetta er ein hóttan ímóti privatu miðlunum.


Skattur ella brúkaragjald

Helena Dam á Neystabø sigur, at í upplegginum, sum hon fer at leggja fyri Løgtingið um tvær, tríggjar vikur, sleppur tingið at skifta orð um framtíðina hjá Kringvarpium.

Men í hesum sambandi skal tingið eisini skifta orð um, hvussu løgtingssamtyktin um, at inntøkurnar hjá Kringvarpinum av lýsingingum, skulu niðurlagast.

Men í hesum sambandið er tað eisini umráðandi at skifta orð um, hvussu Kringvarpið so skal fíggjast, tí missur Kringvarpið inntøkur av lýsingum, má tað fáa aðrar inntøkur ístaðin.

Hinvegin staðfestu tinglimir, at, hóast tað varð samtykt, at lysingarnar skuldu niðurlagast, er akkurát tað øvugta hent, tí lýsingainntøkurnar eru dubbaðar.



Sjálv heldur landsstýriskvinnan, at tað er skeivt, at Kringvarpið hevur sponsorar sum ein fastan tátt av rakstrinum og at stovnurin hevur inntøkur av lýsingum yvirhøvur.

Annars vóru politikarar úr bæði Tjóðveldinum, Javnaðarflokkinum, Miðflokkinum og Fólkaflokkinum samdir um, at tað er ein óskikkur, at Kringvarpið hevur inntøkur av lýsingum og sponsorum.

Men samstundis vóru politikarar greiðir yvir, at Løgtingið máttu gera upp við seg sjalvt, hvussu Kringvarpið so skal fíggjast.

Teir róðu eisini fram undir, at politiska skipanin máttu eisini seta greiðar karmar rundan um Kringvarpið og gera greitt, hvussu nógv tað skal senda.

Men tað er eisini ein spurningur um at gera Kringvarpinum greitt, hvørjar skyldur tað hevur fyri tað játtanina, tað hevur.

- Higartil hoyra vit bara um, hvat ikki ber til, siga politikarar, sum saknaðu heldur at hoyra meiri um, hvat ber til.

Tað má nevniliga ikki henda, at Kringvarpið sleppur at leggja politisku skipanina undir trýst fyri at fáa hægri játtan, tí tá er vandi fyri, at vælviljaðir politikarar fáa betri sømdir í Kringvarpinum, men at aðrir verða lagdir á ís, sum ikki eru so hugaðir fyri at játta stovninum meiri pening.

Spurningurin er, um Kringvarpið skal fíggjast umvegis skattin, men eftir at hava loddað dýpið, er Helena Dam á Neystabø komin til ta niðurstøðu, at hesum er ikki meiriluti fyri í Løgtinginum.

Spurningurin varð eisini reistur um, Kringvarpið skal hava alla játtanina, ella um aðrir miðlar skulu hava sín part, tí eisini bløðini hava átikið sær ein part av teimum skyldum, sum átti at áligið Kringvarpinum.