Kringsýnismyndir á Kortal.fo

Alsamt fleiri Kringsýnismyndir gerast tøkar á Kortal úr ymiskum bygdum

Umhvørvisstovan boðar frá, at í løtuni eru myndir úr Eysturoy, Streymoy og Vágum, men altsamt fleiri støð leggjast aftrat.

 

Kringsýnismyndirnar eru tiknar við dronum. Tórshavnar kommuna fór undir at avmynda kommununa longu í 2019, og frá 2023 fór Umhvørvisstovan í holt við at avmynda aðrar býir og bygdir í landinum. 

 

Kringsýnismyndir eru samansettar, so til ber at síggja myndir runt allan sjónarringin. Til ber bæði at suma og panorera í myndunum.