Tað eru stórar ætlanir við Krígssavninum í Vágum, og her er eitt prospekt - ella upplýsingarrit - gjørt yvir eina verkætlan, ið fevnir um tvær barakkir, sum skulu byggjast upp í verandi SOR-bygning.
Onnur skal byggjast vestur eftir og hin eystureftir. Upprunaliga vóru tvær barakkir uppi í bygninginum, sum í dag er Krígssavn.
Upplýsingarritið lýsir verkætlanina, og hetta verður nú brúkt sum grundarlag undir umsóknum um stuðul til byggingina, bæði í Føroyum og uttanlands.
Fyri at kunna søkja um stuðul er neyðugt at hava eina væl undirbygda verkætlan.
Útbyggingin av SOR-bygninginum er ein verkætlan fyri miljónir, og tá nyttar einki at søkja um stuðul til nakað, sum ikki er neyvt og ítøkiligt.
Men, tað er verkætlanin við Krígssavninum í Vágum.
Barakkirnar, sum verða bygdar uppí, verða innrættaðar við fundarhølum og øðrum.
Ætlanin er eisini, at Visit Vágar skal hava síni høli her, tá verkætlanin er liðug, og her verður eisini møguligt at leiga út høli til ymisk tiltøk.
Tvær stórar hallir eru eisini í SOR-bygninginum og í lága partinum, sum er hin eystari, eru verandi framsýningarhøli við ymiskum lutum og frásagnum frá krígstíðini.
Teir stóru lutirnir, sum eitt nú partar av flogførum, minur og ein stórur nýrenoveraður lastbilur - ein sonevndur Big Lorry - frá krígstíðini, standa í barakkunum.
Nú verður so arbeitt við at útvega fígging til stóru verkætlanina og til tað arbeiði, sum er eftir at gera í verandi SOR-bygningi.
Krígssavnið verður longu rættiliga væl stuðlað, har Føroya løgting hevur veitt savninum 300.000 krónur um árið, og kommunurnar í Vágum hava stuðlað við 100.000 krónum um árið.
Haraftrat hevur Krígssavnið inntøkur frá vitjandi, stovnum, skúlum og bólkum, har vaksin rinda 50 krónur og bólkar 30 krónur fyri hvønn.
Tá savnið er opið, sleppa børn inn ókeypis.
Ein rundvísing í úrtíð, sum tekur umleið ein tíma, kostar 500 krónur, pluss atgongugjald.
Krígssavnið sær stórar møguleikar innan ferðavinnu, og savnið sær eisini stórar møguleikar í bólkavitjanum.










