Fyri tey flestu var tað ein rættiligur skelkur, tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina síðstu nátt. Og nú verður eisini virksemið í Havnar Kirkju og í Hoyvíkar Kirkju, merkt av støðuni. Nú um vikuskiftið verða báðar kirkjurnar lætnar upp, so fólk kunnu koma inn hagar at biðja fyri friði, at tendra eitt ljós, ella bara at sita í frið eina løtu.
Nú klokkan fimm í dag lata hurðarnar upp í Hoyvíkar kirkju, har øll eru vælkomin til eina stilla løtu - eina løtu í kvirru, við sálmasangi og við bøn um frið, sum tey siga. Tað verður ein løta, har fólk kunnu savnast, vóna og biðja um frið í okkara tíð og í okkara heimi og har verða prestarnir eisini til staðar.
Í annaðkvøld, leygarkvøldið er Havnar Kirkja opin frá klokkan 19 til á midnát. Í hesum døgum er kríggj í Evropa, og nógv børn og vaksin kenna til óró og stúran. Tí verður náttarbøn fyri friði í Havnar kirkju leygarkvøldið, siga tey tey í einum boðum frá Havnar Kirkju.
Hesa løtuna leygarkvøldið eru fólk vælkomin at sita eina løtu í friði, tendra ljós og lurta eftir orgultónleiki. Biskupur, próstur og prestar skipa fyri andakt og sálmasangi bæði klokkan 20, klokkan 21, klokkan 22 og klokkan 23.