Í politikki verða nógvar avtalur gjørdar og ein av teimum í hesari tingsetuni var, at samgongan skuldi taka undir við einum uppskoti frá Nýggjum Sjálvstýri um gr'ønar hitaskipanir.
Málið hevur ligið í fleiri mánaðir í fíggjarnevndini uttan at nakað álit er lagt fram.
Nú er tolið uppi hjá Nýggjum Sjálvstýri og flokkurin krevur at málið verður lagt fram. Hetta kann flokkurin gera sambært tingskipanini, so tað fyrsta tingið ger á fundi í morgun er at atkvøða um, um viðgerðin av málinum skal halda fram, hóast onki álit er framlagt.
Málið er nú útsett til seinni atkvøðugreiðslu á fundinum í dag.










