Krevur burka-bann

Í Italia leggur tann víðgongdi høgraflokkurin Liga Norður trýst á stjórnina fyri at fáa hana at leggja fram uppskot um at banna muslimskum kvinnum í Italia at ganga við burka ella sløri. Flokkurin, sum er við í stjórnarsamgonguni hjá Silvio Berlusconi, forsætisráðharra, sigur seg stúra fyri trygdini, og at tað er neyðugt at banna fólki at fjala andlitið. Andstøðan er harðliga ímóti uppskotinum hjá Liga Norður og sigur tað vera í stríð við italsku grundlógina. Berlusconi hevur einki sagt um uppskotið, men italskir fjølmiðlar siga, at flokkur hansara hevur ikki víst uppskotinum frá sær.