Borgarstjórarnir í Sandoynni hava viðgjørt íkomnu støðuna um Skopunarfjørð, nú Teistin er farin at sigla við niðursettari ferð um Skopunarfjørð, og er byrjaður at avlýsa túrar vegna seinkingar og teir krevja nú ein fund við Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um støðuna.
- Øll vinnulig menning, allur trivnaður og øll búseting í oynni er tætt knýtt at einum vælvirkandi, smidligum ferðasambandi, sum gerð sítt ítarsta fyri at tæna Sandoynni, skriva borgarstjórarnir í skrivi í dag.
Borgarstjórarnir siga, at tænastan um Skopunarfjørð er so vánalig, at fólk og bilar standa í bíðirøð hálvar dagar fyri at sleppa um fjørðin, og at fólk mugu av Skopun fyrsta túr á morgni kl 6.45, fyri verða vís í at náa til arbeiðis í Havn kl 9.00.
- Hetta hoyrir ongastaðni heima, og hevur ikki verið ein trupulleiki, fyrr enn Teistin fyri eini tíð síðani byrjaði at sigla við hálvari ferð um fjørðin. Nýggjastu útmeldingarnar frá SSL eru, at ætlanin er at lækka túrartalið hjá Teistanum, og kann hetta als ikki góðtakast, siga Brandur Sandoy, Gerhard Lognberg, Linjohn Christensen og Jákup Martin Sørensen, sum eru borgarstjórar í oynni.
- Fólkið í Sandoynni er sera sera tolið, men vit vilja ikki lata okkum alt lynda. Vit góðtaka ikki at tænastan um fjørðin verður niðurlagað, og vit krevja at SSL leggur seg meiri eftir at nøkta tørvin, og hyggur minni eftir skriviborðsloysnum, siga teir fýra og biðja tí um fund við landsstýrismannin um málið beinanvegin.
Fyrstu seks mánaðirnar í ár flutti Teistin 94.872 ferðafólk og 15.487 akfør um Skopunarfjørð og er talið vaksið ár um ár síðani 2014.