Krevja endurgjald frá SAS

Fleiri stórar fyritøkur í Danmark fyrireika sakarmál ímóti SAS. Tað sama ger danska Brúkararáðið

 

Upprunin til sakarmálið ig endurgjaldskravið er tann ólógliga avtalan, sum SAS hevði við Mærsk Air, og sum varð avdúkað í summar. Bælði feløgini fingu tá stóra bót.

Danish Travel Pool, sum á hvørjum ári keypir ferðaseðlar fyri meira enn 100 milliónir krónur fyri danskar fyritøkur, vil vera við, at tað ólógliga samstarvið millum SAS og Mærsk Air hevur kostað ferðafólkunum fleiri milliónir krónur. Hesar pengarnar krevur felagið nú at fáa aftur.

Villy Duhr, sum er deildarleiðari í danska Brúkararáðnum, vil helst sleppa undan at fara í rættin við málinum um endurgjald. Hann heldur, at tað hevði verið lættari, um myndugleikarnir løgdu til rættis eina lóg, sum gevur fyritøkum og einstaklingum rætt til endurgjald, tí tey orsakað av ólógligu avtaluni hava goldið ov nógv fyri sínar ferðaseðlar.

Leiðslan í SAS hevur ikki gjørt nakrar beinleiðis viðmerkingar til spurningin um endurgjald.

(Fartekst)