Krevja at danska stjórnin setir føroyingar upp á pláss

Uppsjóvarvinnan í Danmark krevur nú, at danska stjórnin setir hørð og effektiv tiltøk í verk ímóti føryingum.

Tað hevur danska uppsjóvarinnan nú gjørt donsku stjórnini púra greitt.

Orsøkin til kravið er, at føroyingar eru farnir at ganga sínar egnu leiðir í spurninginum um makrelfiskiskapin.

Danska uppsjóvarvinnan vísir á, at 13 lond hava áhugamál í makrelinum í Norðuratlantshavi og til 2009, vóru 12 av hesum londum við í eini altjóða avtalu um fiskiskapin.

Úrslitið av hesum samstarvi er, at gýtingarstovnunin vaks úr 1,7 millión tonsum í 2003, upp í tríggjar millónir tons í 2009.

Danska uppsjóvarvinnan staðfestir, at tað er hendan stovnsrøktin, sum hevur elvt til, at tað nú er so nógvur makrelur til, eisini undir Føroyum og ikki eitt broytt ferðingarmynstur.

- Men allari hesari góðari stovnsrøktini hava føroyingar og íslendingar nú forkomið og tað fer at fáa álvarsligar fíggjarligar avleiðingar fyri uppsjóvarvinnuna í ES og í Noregi.

- Tað kann somuleiðis fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri makrelstovnin.

- Tí vænta vit, at danska stjórnin virkar fyri, at hørð og umfatandi tiltøk verða sett í verk ímóti føroyingum, sigur Esben Sverdrup – Jensen í donsku uppsjóvarvinnuni.

Felagsskapurin heldur, at tiltøkini mugu vera so mikið umfatandi, at tey fáa okkum at broyta støðu í makrelmálinum sum skjótast.

Tí skal allur handil við fiski yvirhøvur ímillum Føroyar og ES boykottast, leggur felagsskapurin afturat.

Danmarks Pelagiske produsentorganisation leggur dent á, at Danmark hevur ES formansskapin, umframt at tað stendur á odda fyri ríkisfelagsskapinum og er limur í Norðurlendska samstarvinum. Tískil hevur Danamrk eina serliga ábyrgd at tryggja, at makrelurin aftur verður fiskaður burðardygt.

Tí eigur Danmark at ganga á odda í arbeiðnum at virka fyri víðfevndum handilsligum tiltøkum ímóti føroyingum.

Samstundis eigur danska stjórnin í nóg størri mun at gera sína ávirkan á íslendingar, og serstakliga, føroyingar, galdandi

- Akkurát, sum restin av ES, heldur Danmarks Pelagiske produsentorganisation, at tað kann als ikki góðtakast, at danski ríkisfelagsskapurin skal standa fyri einum so stórum ábyrgdarloysi á hesum øki, sum vit ikki hava sæð makan til áður, ljóðar seinasta skotriðin frá donsku uppsjóvarvinnuni.