Í brævi til Føroya Arbeiðsgevarafelag siga feløgini, at lønarkravið er grundað á, at limir teirra síðani 1992 hava verið fyri eini áhaldandi reallønarlækking. Lønarkravið svarar í krónum til ta lækking, sum lønarbólkar innan fyri hálv almennar stovnar hava fingið í sambandi við sáttmálasamráðingarnar í ár.
Víðari verður sagt, at áður hevur ikki verið óvanligt, at lønarhækkingarnar vórðu ásettar í prosentum, men henda gongd førdi við sær, at limirnir, ið frammanundan hoyrdu til lægsta lønarbólk í landinum, dragnaðu enn meira í mun til aðrar lønarbólkar, og slíka gongd kunnu feløgini sjálvandi ikki góðtaka.
Víst verður á, at fægstu av limunum hava fulla arbeiðsviku, og tí er árslønin hjá stórum parti av limunum ikki stórt meira enn 100.000 kr. Tí sigur tað seg sjálvt, at hesir limir og familja teirra hava ilt við at klára seg fíggjarliga siga forkvinnunar báðar.
Arbeiðarafeløgini vísa eisini á, at virkini hava flest øll seinnu árini havt framgongd, og tí skuldi verið rúmd fyri at latið arbeiðsfólkinum eina lønarhækking, serliga tá hugsað verður um, at tað eru hesi somu arbeiðsfólk, sum hava verið við at leggja lunnar undir henda framburð hjá virkjunum, við í áravís at hava góðtikið eina reallønarlækking.










