Krevja 10 ára fongsul

Russiska ákæruvaldið krevur, at fyrrverandi stjórin í oljufelagnum Yukos, Mikhail Khodorkovskij, skal sita tíggju ár í fongsli, tí hann er sekur í sviki og skattasviki.

Rættarmálið ímóti fyrrverandi stjóranum hevur vart í fleiri mánaðir og fer nú at nærkast endanum. Khodorkovskij og ein starvsfelagi hansara, sum eisini er ákærdur, halda uppá, at teir eru ósekir, og at málið í veruleikanum er ein roynd hjá myndugleikunum at revsa teir, sum teir hava lagt seg út í politikkin hjá Vladimir Putin, forseta og stjórnini í Moskva.

Ákæruvaldið vil vera við, at Mikhail Khodorkovskij og Platon Lebedev koyrdu fleiri milliardir krónur í egnan lumma, tá eitt dóturfelag hjá Yukos bleiv einskilt, og at báðir hava svikað í skatti. Kravið hjá ákæruvaldinum er, at teir skulu fáa tíggju ára fongsul, sum er lógarinnar harðasta revsing, skrivar Reuter úr Moskva.