Kreppan í rækjuflotanum

Politiskt dirvi krevst

 

v. Felagið Rækjuskip Jákup Egholm Hansen, form.

Tann 12. okt. 2001


?????????????

At rækjuflotin er í eini álvarsamari fíggjarligari kreppu er uttan iva blivið øllum kunnugt. Longu í mai mánaða 2000 gjørdi Felagið Rækjuskip alment vart við, at orsøk var at ørkymlast um gongdina. Rækjuprísirnir á serliga smáum rækjum vóru tá byrjaðir at falla, samstundis sum oljuprísurin var methøgur og fiskiskapurin ikki av tí besta. Gongdin síðani Felagið Rækjuskip gjørdi vart við støðuna hevur bert verið støðugt versnandi. Rækjuprísirnir á ikki bert smáum rækjum, men øllum rækjum eru falnir millum 30 og 45% bert í hesum árinum, og oljuprísirnir eru framvegis alt ov høgir. Eisini fjølmiðlarnir hava við jøvnum millumbilum umrøtt støðuna hjá rækjuflotanum, men hinvegin hava politikarar verið ógvuliga tigandi. Í mai 2001 fingu fiskimálaráðharrin, fíggjarmálaráðharrin og løgmaður eina munnliga kunning um støðuna hjá rækjuflotanum.


Lítil politiskur áhugið fyri rækjuflotanum:

Tað er ein uggi í neyðini, at tað umsíðir tykist at verða onkur løgtingslimur sum er nóg erligur og tímir og hevur dirvi til at takað trupuleikarnar upp alment. Hetta ger løgtingsmaðurin Jákup Suni Joensen í Dagblaðnum tann 8. okt. 2001, har hann ger vart við støðuna hjá rækjuflotanum, samstundis sum hann staðfestir, at hetta eisini er ein trupuleiki ið politiska skipanin má fyrihalda seg til. At Jákup Suni Joensen hevur dirvið til at siga tað sum flestu aðrir politikarar helst vilja tiga burtur, eigur hann rós og eina tøkk uppiborna fyri.

Jákup Suni Joensen nevnir eisini, at fyri allar politikarar er er tað eitt eymt mál, sum fáir tora at hugsað um og tíðansheldur at nevna, og hetta er sera beinrakið sagt. Felagið Rækjuskip hevur í fleiri ár gjørt vart við, at politiska skipanin ikki hevur serligan áhuga fyri rækjuvinnuni, helst tí har eru trupuleikar sum ein má fyrihalda seg til. Tað er so nógv meira populert sum politikari at standa á tingsins røðarapalli og tosa um hvussu gott tað gongur í Føroyum, og at vit ríða á einum alduryggi, m.a. orsakað av góðum fiskiskapi og prísum hjá feskfiskaskipum, flakatrolararum, nótaskipum og øðrum skipabólkum.


Politisk líkasæla gongur ikki longur:

Men nú gongur hetta ikki longur. Rækjuflotin hevur ongantíð havt nøkur "gullár" og harvið møguleikar at konsoliderað seg, og trupulleikarnir hjá rækjuflotanum eru tí nú so álvarssamur, at nú mugu politikarar takað bindið frá eygunum og fyrihalda seg til veruleikan. Og veruleikin í hesum førinum er, at nú standa politikarar yvirfyri einum valið. Antin má eitt ella annað slag av kreppuloysn finnast, ella má útvegast atgongd til lønandi veiðuøkir (t.d. Canada ella Grønland) sum skipini ikki sjálvi skulu gjalda fyri, ella skal tað meldast klárt út til vinnuna og til teir umleið 300 menninar sum sigla við teim 12 rækjuskipunum, at rækjuflotin skal takast av.


FAS-líknandi skipan:

Felagið Rækjuskip hevur í nógv ár víst politikarum á, at serliga støðan hjá rækjuflotanum, sum einamest fiskar í altjóða sjógvi ger, at tað er grundarlag fyri at tosa um onkra serskipan fyri slíkan fiskiskap. Fyri tað fyrsta er ikki neyðugt hjá Føroyum at lata annan fisk fyri hesi veiðurættindi, og fyri tað næsta, so eru nógvar eykaútreiðslur - serliga flutningsútreiðslur - sum aðrir skipabólkar ikki hava, tengdir at veiðu á so fjarskotnum leiðum sum rækjuskipini royna á. Landsbúskaparliga er gevur rækjuveiðan eitt munandi størri nettoavkast enn tær kvotur sum aðrir skipabólkar fáa tillutaðar við at landið letur annan fisk afturfyri, tí í veruleikanum er hetta ein null-loysn, har landið í øðrum fiskavirði rindar fyri "rávøruna" hjá slíkum skipabólkum. Landsbúskaparliga nettoavkastið av slíkum kvotum liggur tí einans í sjálvari virðisøkinigini frá rávøru til liðugtvøru.

Hetta átti at fingið politikarar at stuðla uppundir, at føroyski fiskiflotin fær fíggjarliga umstøður at troytað bæði verandi og nýggjar veiðumøguleikar í altjóða sjógvi. Felagið Rækjuskip hevur mælt til at gera eina FAS-líknandi skipan fyri fiskiveiðu í altjóða sjógvi. Eins og FAS-skipanin fyri farma-flotan, sum hevur til endamáls at fáa útlendsk skip skrásett í Føroyum, og harvið fáa skattainntøkur frá hesum skipum, skal ein FAS-líknandi skipan fyri fiskiskip í altjóða sjógvi hava til endamáls, at varðveita skattakrónurnar í landinum, og at vit gagnnýta tey rættindi vit eiga í aljóða sjógvi til fulnar. Ein slík lønarafturberingarskipan fyri veiðu í altjóða sjógvi vildi uttan iva eisini stimbra til royndir at troyta nýggjar veiður í altjóða sjógvi.

Politikarar kunnu ikki loyva sær at sláa seg til tols við, at nú rækjuskipini í ár kunnu keypa kvotur frá grønlendskum skipum, er ikki orsøk at gera meira. Fyri tað fyrsta er avmarkað hvussu nógv kann keypast, og harnæst er keypsprísurin høgur og landið rindar onki av hesum - tað mugu rækjuskipini sjálvi gera. Tað kann heldur ongantíð verða meiningin, at slík keypt rættindi skulu gerast høvuðsvirksemi hjá rækjuflotanum, tí tá vilja føroysku veiðurættindini á Flemish Cap og við Svalbard liggja óbrúkt. Politikarar mugu skipað soleiðis fyri, at gagnnýtslan av føroyskum rættindum gerst so mikið lønandi fyri skipini, at skipini fyrst og fremst gagnnýta hesi, meðan keypskvotur úr Grønlandi ella aðrastaðni frá eiga at verða ein eyka møguleiki sum kann geva eitt eyka peningaligt ískoyti.


Vísi politiskt dirvi:

Felagið Rækjuskip hevur so oftani fyrr uppliva tær afturhaldskreftir sum finnast í hesum landi millum "frøðingar" av ymsum slag, hvørs høvuðssjónarmið er, at fyrrheldur skal rækjuflotin og tey 300 arbeiðsplássini ofrast, enn at skipast skal fyri nakrari nýskapan innan hjálpartiløk (sum t.d. ein FAS-líknandi skipan). Vinnan er sjálvandi ikki samd við sjónarmiðjunum hjá slíkum "frøðingum", og vit vóna at politikarar umsíðir vilja fyrihalda seg til veruleikan og vísa dirvi til at finna loysnir, heldur enn framhaldandi at goyma seg aftan fyri ræðumyndirnar um ørskapin í studningsvinnuni í 80´unum - forrestin ein studningsvinna sum ikki fevndi um rækjuflotan - ella latað seg ræða av afturhaldskreftunum í landinum.

Um tað frá politiskari síðu er ein vilji at gera nakað, so skal tað ikki standa á frá vinnunar síðu at hjálpa til við hugskotum og at hjálpa til við arbeiðinum at finna loysnir.