Trond Giske, næstformaður í norska Javnaðarflokkinum, boðaði í kvøld norskum miðlum frá, at hann fer frá sum næstleiðari í flokkinum.
Seinastu vikurnar hava norskir miðlar borið fleiri søgur um, at fleiri kvinnur hava ákært Trond Giske fyri at hava uppført seg ósømiliga at móti teimum. Onkrar teirra kalla tað eisini fyri kynsligan ágang.
Málið byrjar 7. desembur, tá Anniken Huitfeldt, fyrrverandi ráðharri fyri Javnaðarflokkin og núverandi býraðslimur í Oslo, sigur, at hon óttast, at ákærur um kynsligan ágang verða brúktar í einum valdsstríðið í flokkinum.
Eina viku seinni verður navn sett á ákærurnar. Tað er Trond Giske, sum er maðurin, sum fleiri kvinnur hava klagað til floksleiðsluna um.
Millum ákærurnar er, at hann hevur sent ósømilig sms-boð til ungar kvinnur, at hann skal hava roynt at mussa aðrar og at hann skal hava tikið uppundir onkrar.
Stutt undan jólum noktar Trond Giske fyri øllum ákærunum og lovar, at hann skal stríðast móti teimum, men stutt seinni koma nýggjar ákærur undan kavi. Hann biður tó kvinnurnar um umbering, um tær eru stoyttar av tí, sum er hent millum tey. Síðani verður hann sjúkrameldaður.
Floksleiðslan, við formanninum Jonas Gahr Støre, tekur um endan og nýggjársdag verður kunngjørt, at Trond Giske fer í farloyvi frá sessinum sum næstformaður í óásetta tíð. Samstundis boðar Jonas Gahr Støre frá, at tað er hann aleina, sum tekur avgerðina um, hvat skal henda víðari. Trond Giske nýtir høvi enn einaferð at bæði biðja um umbering og at nokta fyri, at hann hevur gjørt nakað ósømiligt ella ólógligt.
Á kreppufundi í floksleiðsluni nakrar dagar seinni, lesur hin næstformaðurin í flokkinum, Hadia Tajik, nakrar av ákærunum upp, og nakrar dagar seinni velur tann fyrsta av kvinnunum at traðka fram alment og siga sína søgu. Sambært henni tók Trond Giske, sum er 20 ár eldri enn hon, hana til síðis og royndi at stinga tungu sína niður í hálsin á sær. Hetta hendi í 2010, tá hann var handilsráðharri og hon var praktikantur á sendistovuni í New Delhi.
Les eisini Næstformaður lagdur undir kynsligan ágang
Nú hevur Trond Giske so sagt álitissessin sum næstformaður frá sær.
- Sum støðan er vorðin, eri eg komin til ta niðurstøðu, saman við familju míni, at eg má siga sessin frá mær fullkomiliga. Høvuðsorsøkin til, at eg geri hetta, er, at tað er vorðið ómøguligt hjá mær og familjuni at framhaldandi standa undir hesum trýstinum, sum vit hava verið undir seinastu vikurnar. Tað er vorðið ov tyngjandi, og tað rakar tey, sum eg elski allarmest, og sum ikki sjálvi hava valt eitt lív í politikki. Tað er sera tungt hjá teimum, at uppliva hesa myndina, sum verður málað av mær, dag út og dag inn, skrivar Trond Giske á Facebook-vanga sínum.
Hann sigur eisini, at hann gleðir seg at fáa høvi at siga sína søgu í hesum málunum, men biður enn einaferð tey um umbering, sum hava følt seg illa í hansara nærveru.
51 ára gamli Trond Giske hevur verið aktivur í Javnaðarflokkinum í 35 ár og hevur í fleiri umførum verið ráðharri í stjórnunum hjá Jens Stoltenberg.










