Støðan á føðideildini á Landssjúkrahúsinum hevur tikið eina álvarsama vend seinastu dagarnar, tí nú eru heili 40% ljósmøðrunum sjúkrameldaðar.
Rannvá Simonsen, virkandi forkvinna í ljósmøðrafelagnum sigur, at støðan hevur verið ótolandi á Landssjúkrahúsinum, síðani leiðslubroytingarnar í mars mánaði, har barsilsdeildin og barnsburðardeildini, har ein ljósmóður fær ábyrgdina av tí eina, meðan ein sjúkrarøktarfrøðingur fær ábyrgdina av hinum.
Beinan vegin skapti hetta meira rok á deildini, sum frammanundan varð merkt av ósemjum millum báðar fakbólkarnar, og ljósmøðurnar kærdu málið til Heilsumálaráðið. Ein kæra, sum enn ikki er liðugt viðgjørd.
Nú er tó ovboðið hjá fleiri av ljósmøðrunum, tí meðan 40% eru sjúkrameldaðar, so eru hinar, sum eftir eru, undir høðrum trýsti bæði arbeiðsmessiga og sálarliga.
- Vit hava limir, sum hava arbeitt í upp í eitt døgn. Vit arbeiða for nógvar tímar, og eru undir sálarligum trýsti, nú støðan er blivin so ótolandi á deildini, sigur Rannvá Simonsen.
- Hesar ljósmøðurnar duga sjálvandi sítt yrki. Men tað verður jú so, at tær kvinnur, sum skulu inn at eiga har, síggja ikki kent andlit, ljósmøðurnar tosa ikki føroyskt og so framvegis, sigur Rannvá Simonsen.
- Hetta er uttan iva besta alternativið, nú okkara egnu ljósmøður hava so stórt fráfall, sigur sjúkrahússtjórin.
Um eitt bil kanst tú lesa her á in.fo um, at málið um tær sjúkrameldaðu ljósmøðurnar nú skal juridiska vegin.