Býarrætturin í Oslo hevur dømt tann umstrídda Mullah Krekar eitt árs fongsul fyri at hava hótt fyrrverandi forsætisráðharran Kjell Magne Bondevik eftir lívinum og fyri at hava eggjað til yvirgang. Fyri fimm mánaðum síðani fekk hann fimm ára fongsul fyri drápshóttanir ímóti fleiri persónum, teirra millum Høgra-formanninum Ernu Solberg.
Sambært rættinum hevur Mullah Krekar eisini hótt norsk áhugamál í útlondum og norsk løgreglufólk.
Verjin, Arvid Sjødin, segði aftan á dómin í dag, at Krekar fer helst at skjóta báðar dómarnar inn fyri hægri rætt.
Tann 55 ára gamli Mullah Krekar, sum stovnaði tann kurdiska felagsskapin Ansar al-Islam, hevur búð í Noregi síðani 1991. Bæði ST og USA hava skrásett hann sum yvirgangsmann.