Kreativ vinna hevur framgongd

? Ein týdningarmikil partur av vinnupolitikkinum er at styrkja og menna nýskapandi føroyskar fyritøkur. Tí verður dentur lagdur á at eggja til fjølbroytni bæði í kendari og eisini framkomnari framleiðslu, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, tá ið framsýningin Gluggaglæma varð sett

Í hesum døgum er forvitnislig framsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Framsýningin, sum kallast Gluggaglæma, er ein sjálvstøðu verkætlan hjá Føroya Heimavirkisfelag, og Vinnuframagrunnurin, Tórshavnar Kommuna og einstaklingar stuðla.
Endamálið við Gluggaglæmu er at skapa eitt nýtt og øðrvísi søluumhvørvi fyri tey, ið ynskja at koma longri á leið við handverkinum enn bert til dagdvølju ella ítriv.
Framsýningin verður skipað sum eitt livandi verkstaðarumhvørvi, har dygdargóðar vørur verða framleiddar, og har vitjandi fáa høvi til at síggja, hvussu vørurnar verða framleiddar. Hin einstaki framleiðarin fær somuleiðis eitt beinleiðis samskifti við keyparan, nakað sum kann geva honum royndir og íblástur til framhaldandi menning..
Umframt høvuðstáttin, livandi verkstaðir, verða fyrilestrar um evni, ið snúgva seg um føroyskt handverk. Annað til gamans verður kafé við heimabakstri, tónleikur, sangur, og mótasýning.

Nýggjar vinnur
Bjarni Djurholm, sum er landsstýrismaður við vinnumálum, helt røðu, tá ið framsýningin varð sett sunnudagin.
Hann helt, at framsýningin er prógv um ta positivu gongd í kreativu vinnunum, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini. Kreativar vinnur hava fingið serstakt pláss í orðaða vinnupolitikkinum.
? Ein týdningarmikil partur av vinnupolitikkinum er at styrkja og menna nýskapandi føroyskar fyritøkur. Tí verður dentur lagdur á at eggja til fjølbroytni bæði í kendari og eisini framkomnari framleiðslu, segði Bjarni Djurholm.
? Tá hendur og listarligur hugur ganga saman í hægri eind, og ágrýtnið ongantíð at lata annað úr hondum enn tað besta og nærum fullkomna er leitorðið, ja, so falla allar forðingar burtur.

Vegurin fram
Bjarni Djurholm kom inn á møguleikarnar, sum føroysk vinna hevur í útlondum við nýggjum og nýskapandi vørum.
? Enn er sjálvsagt langt á mál. Tí eiga vit áhaldandi at bróta úr nýggjum og soleiðis menna okkum longur fram á leiðini. Henda fram-sýningin er talandi prógv um, at vit eru ávegis ? ja, enntá komin væl áleiðis.
? Eg vóni, at fleiri fara at trúgva so nógv upp á síni egnu hugskot, at tey tora at standa á egnum beinum, segði Bjarni Djurholm.