Kramer-Mikkelsen skal selja Fremad Amager

Fyrrverandi borgarstjórin í Keypmannahavn og núverandi Ørestad-stjórin, Jens Kramer Mikkelsen, verður gestarøðari, tá Fremad Amager í heyst hevur tiltak fyri føroysku sponsorum sínum

Fótbóltur

 

Fremad Amager er spakuliga farið í holt við at selja sponsor-pakkar í Føroyum. Og stórur dentur er lagdur á, at geva føroysku stuðlunum nakað aftur fyri peningin.

Fyri upphæddir millum 12.500 og 150.000 kr. er Fremad Amager farið í holt við at selja sonevnda Team Føroyar Business Club. Hetta er liður í miðvísa arbeiðinum at styrkja fíggjarliga grundarlagið undir felagnum, ið eisini í ávísan mun skal virka sum klekingardepil fyri føroyskar spælarar.

Hóast upphæddirnar kunnu tykjast stórur fyri summi, so er stórur dentur lagdur á, at fyritøkurnar, sum gerast partur av hesum, eisini fáa valuta fyri gjaldið. Bæði í profileringini, sum sjálvsagt er í einum sponsorati, men eisini við at hava serstøk tiltøk.

Størsta tiltakið í so máta verður í Føroyum í heyst, har fyrrverandi borgarstjórin í Keypmannahavn, Jens Kramer Mikkelsen, verður gestarøðari.

Í aðrar mátar er sjálvandi munur á innihaldinum í pakkunum. Minstu pakkarnir innihalda tvey atgongumerki – íroknað flogferð - til dystir hjá Fremad Amager, tvey atgongumerki til tiltakið í havn, umrøðu á internet-tilfari og høvi at hitta vinnulívsfólk í danska business club hjá Fremad Amager. Stóri pakkin, sum verður nevndur Platin, inniheldur bandalýsingar, lýsingar í leikskrá, lýsingar í donskum og føroyskum miðlum og dystarsponsorat, umframt at atgongumerkini til dystir og tiltakið tá eru 10 í tali.

Sum skilst, so er gongd spakuliga komin á søluarbeiðið, og fleiri fyritøkur hava longu sýnt sponsor-pakkunum stóran áhuga.