Rørslutiltakið, Firvaldar, sum Krabbameinsfelagið og Fimleikafelagið Ljósið skipa fyri, hevur fingið viðurkenning frá evropiska ítróttarsamstarvinum, ENGSO fyri at vera eitt tað besta, nýhugsandi ítróttartiltakið.
Tað sigur Krabbameinsfelagið.
Tað var í heyst, at Krabbameinsfelagið og Ljósið fóru undir hetta rørslutiltakið, sum er eitt ókeypis tilboð til fólk, sum hava, ella hava havt, krabbamein, og familjur teirra, um at venja saman.
ENGSO, sum stendur fyri European Non Govermental Sports Organisations, er ein yvirskipaður felagskapur fyri ítróttarsambond í Evropa.
Felagsskapurin hevur ráðstevnu eina ferð um árið, har ymisk evni eru á breddanum.
Í ár var eitt evnið nýhugsandi samstørv, og í hesum sambandi bað ENGSO limafeløgini senda inn dømi.
- Ítróttarsamband Føroya, sum er limur í ENGSO, sendi upplýsingar um Firvaldar, og tað varð mett at vera eitt tað besta dømi um nýhugsandi ítróttarsamstarv.
Annika Lindenskov, sum skipar fyri Firvaldum saman við Beintu Sørensen, varð tískil boðin at halda fyrilestur á ENGSO-ráðstevnuni, sum var í Danmark.
- Krabbameinsfelagið fegnast stórliga um heiðurin, og um at onnur kunnu fáa íblástur av hesum, sigur felagið.
Í Firvaldum gera tey fimleik tvær ferðir um vikuna, har vant verður bæði styrki og konditión.
Hóast tað ikki er Heilsuverkið, sum skipar fyri, eru tað fólk við innliti í sjúku og krabbamein, sum standa fyri venjingini við tað, at Beinta Sørensen er fysioterapeutur og Annika Lindenskov er sjúkrarøktarfrøðingur við sergrein í krabbameini.
Tey, sum eru við í rørsluátakinum eru bæði fólk í viðgerð og onnur, sum hava verið frísk í fleiri ár, men tað er pláss fyri fleiri.
- Tað er venjing og samvera, og ikki sjúkan, sum eru í miðdeplinum, sigur Krabbameinsfelagið.
Kortini eru stundir og umstøður at tosa saman og seta spurningar, og soleiðis at kunna stuðla hvørjum øðrum.