Herfyri hevði Marjun Jóanesardóttir listaframsýning á torginum í SMS, har hon hevði avgjørt, at helvtin av tí, sum kom inn av søluni, skuldi fara til Krabbameinsfelagið. Fleiri av málningunum á framsýningin, sum bar heitið Refugium, vórðu seldir og hetta hetta kastaði heilar 11 000 krónur av sær til Krabbameinsfelagið.
Tað kemur ikki av ongum, at hon hugsar um Krabbameinsfelagið, tí fyri fimm árum síðani fekk hon sjálv krabbamein.
Marjun hevur verið við til fleiri kendar leikir, eitt nú djórini í Valbakkaskóginum og Apuna
hjá Kafka, og umframt hevur hon sniðgivið figurar og búnar, vit øll kenna ? eitt nú Drekan í sjónvarpssendingini ?Rógvi og drekin?, risasigarettina í ?Prins Charming og
Nikotina? hjá Fólkaheilsuráðnum og vælumtóktu mariuhønuna Sonhard.
Á myndina eru tað frá vinstru: Jákup N. Olsen, formaður, Marjun Jóanesardóttir, listakvinna og Aibritt á Plógv, næstformaður.