Umleið 150 nýggir tilburðir av krabbameini verða staðfestir í Føroyum um árið, og enn lata tíverri fleiri føroyingar lív av krabbameini. Krabbamein er ein sjúka, ið flest allir føroyingar kenna til, og hóast kanningar vísa, at krabbameinstilburðirnir í Føroyum eru færri enn í hinum Norðanlondum, so doyggja tað hinvegin lutfalsliga fleiri føroyingar av krabbameini enn í grannalondunum. Um vit sjálvi ikki hava verið rakt, so kenna vit altíð onkran, ið er raktur av hesi álvarsomu sjúku.
Nakað kann tó gerast.
Fyrsta krabbameinsætlanin fyri Føroyar, sum varð løgd fram í oktober 2009, fevndi um ikki færri enn 58 ítøkilig tilmæli um at betra tey viðurskifti, sum innganga í eina sjúklingagongd umframt fyribyrging.
Krabbameinsætlanin er ætlað at slóða fyri, at føroyska heilsuverkið kann gera meira fyri at tryggja krabbameinssjúklingum so góða viðgerð sum møguligt umframt at ráðgeva og stuðla sjúklingum og næstu avvarandi teirra, sum eisini verða hart rakt, tá ið krabbamein verður staðfest í familjuni.
Viljin at seta tiltøk í verk er til staðar. M.a. er gávan til Landssjúkrahúsið frá Tryggingini – ein nýggjur CT-skannari - prógv um, at eisini aðrir partar enn landskassin vilja gera nakað. Tí má okkara løgting ikki verða tað sum gerst ein forðing í hesum málinum. Eisini partar av ætlanini kunnu setast í verk, uttan at viðføra tyngjandi útreiðslur fyri landskassan. M.a. tilmæli nr. 58 sum sigur:
At sjúkrahúsverkið árliga setir av 400?500.000 kr til at fyrireika og seta í gongd verkætlanir
innan heilsugransking, íroknað krabbamein. Pengarnir skulu oyramerkjast til gransking.
Granskingarnevndin (sí tilmæli 57) skal luta pengarnar út eftir neyvum leiðreglum.
Tíðin er komin at gera tað vit kunnu fyri teir hundratals føroyingar og teirra avvarðandi, sum fáa vent upp og niður uppá lív sítt orsakað av krabbameinssjúkum.
Tí bjóði eg meg fram sum løgtingslim, fyri at gera tað eg kann til tess at bøta um korini á krabbameinsøkinum.