Ein nýggj stór evropeisk kanning vísir, at viðgerðin fyri pínu hjá krabba sjúklingum langt frá er nøktandi 8. september var eitt nýtt kanningarúrslit lagt fram í Danmark. Kanningin vísir, at annarhvør krabba sjúklingur í Danmark livir við stórari pínu.
Við í kanningini eru 5.000 evropeiskir krabba sjúklingar úr 12 ymsum londum. Viðgerin fyri at fáa bilbukt við krabban gerst alsamt betri, men lítil dentur hevur verið lagdur á at minka um pínuna hjá sjúklingunum. Framstig eru eisini gjørd innan pínuviðgerð, men hetta verður ikki raðfest nóg høgt av teimum flestu sjúkrahúsunum, sigur Mads Werner, ið starvast á onkologisku deild í Lund í Svøríki.
Gongda leiðin er, sæmbart Mads Werner, at taka pínuna í álvara og bøta um viðgerarmøguleikarnar á sjúkrahúsunum. Starvsfólkið á sjúkrahúsunum eiga eisini at verða betri útbúgvin tá tað kemur til pínuviðgerð, heldur hann.
Kanningin er tann størsta, ið nakrantíð er gjørd av sínum slag.