Krøvini til alivinnuna verða størri

Forstjórin í Føroya Banka heldur, at tað verður sera trupult at fíggja føroyska alivinnu frameftir. Tí verða krøvini til alivinnuna fleiri og størri, enn tey hava verið

Føroyska alivinnan er í stórum trupulleikum, og tað verður sera trupult at finna kapital í Føroyum til veruliga at fáa gongd í vinnuna aftur.
Tað heldur forstjórin í Føroya Banka, sum eisini viðurkennir, at leikuturin hjá bankanum verður ikki heilt tann sami sum áður.
? Vit hava staðfest, hvussu nógv vit kunnu tapa av alivinnuni, og vit fara ikki so langt næstu ferð, sigur hann.
Samlaðu tapini í føroysku alivinnuni liggja sambært eini meting hjá Føroya Banka væl omanfyri eina millard. Fíggingarstovnar hava mista eina hálva milliard, fyritøkurnar hava mist eina hálva milliad í eginpeningi, og fóðurframleiðarar hava mist eina fjórðings milliard.
? Vit fara at seta størri krøv um eginpening, um vit skulu halda fram at fíggja alivinnuna, men tað verður helst trupult at tann neyðuga kapitalin til alivinnuna í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen.

Trupult at fíggja
Hóast Føroya Banki hevur havt stór tap av alivinnuni, síðani ILA og lágir prísir settu vinnuna í eina undantaksstøðu, so er bankin væl førur fyri at bera hesi tap.
? Vit hava mist nógvar pengar, men vit klára at bera tapini, tí bankin er so sterkur. Men vit mugu ásanna, at tað er blivið truplari at fíggja føroyska alivinnu. Eindirnar eru blivnar størri og meira krevjandi, og vágin er eisini stórur. Tí skulu tað aðrir til enn bara vit fyri at fáa gongd í alivinnuna aftur, sigur Jørn Astrup Hansen.
Føroya Banki hevur yvirtikið nøkur av stóru alibrúkunum í landinum, men tað er ikki ætlanin, at bankin skal gerast alari.
? Tað er lættari at selja nakað, sum er í gongd, og tí reka vit nøkur alibrúk fyribils. Men tað er bara í eini yvirgangstíð, og vit ætla okkum ikki í longdini at reka alibrúk, sigur hann.