Krøvini frá myndugleikunum og fyrireikingartíðin

Gunnvá Edvardsdóttir, námsfrøðingur
----------

Eg viðmerkti á einum kjaki á facebook ein dagin, at vit kundu hugsað okkum 3 tímar í fyrireiking um vikuna, vælvitandi um, at hetta eisini er ov lítið. Svarið eg fekk frá eini kvinnu var, at var tað upp til hana, so fingu vit ikki 3 minuttir í fyrireikingartíð; og minnist meg rætt, var grundgevingin, at hon og tvey onnur saktans kundu halda skil á 25 børnum uttan at hava brúk fyri fyrireikingartíð. Eg hugsi við mær, at hvør kann ikki tað? Og hví bara 25 børn, hví ikki 50? Ella uppaftur fleiri?
Tí tað hon tosaði um var ansing og disiplinering - at halda skil á einum bólki. Um hetta var innihaldið í okkara arbeiði, hevði eg eisini givið henni púra rætt.
Men tað er ikki innihaldið í einum námsfrøðiligum arbeiði, og landsins myndugleikar gera púra greitt, at tað er námsfrøðiligt innihald teir ynskja, og at námsfrøðingar, við síni útbúgving, hava ognað sær serligar førleikar at taka sær av hesum arbeiði.
Ætlanin við okkara arbeiði er at leggja grundarlagið undir alment dannilsi. Eitt alment dannilsi, ið skal geva okkara landið skilagóðar borgarar.
Støði til almenna dannilsi skal takast í barnarættindasáttmálanum hjá ST. Barnaáskoðanin hjá ST er ein mynd av einum barni við nógvum førleikum, og sum skal hava møguleikan at hava ávirkan á egið lív. Hendan barnaáskoðan setur krøv til pedagogisku uppgávuna og pedagogiska innihaldið á dagstovnunum. Hon er ein neyðug fortreyt fyri, at børn kunnu vera virknir luttakarar í myndanini av egnum lívi, so tey kunnu gerast virknir luttakarar í einum demokratiskum samfelag.
Sostætt tosa vit ikki ‘bara’ um ansing, men um okkara framtíð, har vit leggja grundarlagið fyri einum almennum dannilsi, ið gevur sjálvstøðugar, skilagóðar, ábyrgdarfullar og virknar luttakarar í okkara demokratiska samfelag. Luttakarar, ið duga at hugsa sjálvstøðugt, duga at bera síni sjónarmið fram, duga at koma til skilagóðar niðurstøður, duga at søkja semjur. Ja stuttsagt alt tað, ið skal til fyri at kunna liva og virka í einum demokratiskum samfelag.
Vit tosa her um eina samfelagsuppgávu, ið byggir á eina heildarfatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru av alstórum týdningi. Eina samfelagsuppgávu, har børnini fáa avbjóðingar og verða stuðlað í fjølbroyttu menningini og læruni.
Hendan samfelagsuppgávan krevur, at vit seta okkum mál, og verða hesi mál sett í námsætlanum. Námsætlanum, ið verða brúktar í eftirmetingini av okkara arbeiði fyri at vita, um vit røkka teimum málum, ið sett eru av landsins myndugleikum.
Tað sigur seg sjálvt, at hetta krevur gjøgnumhugsan og fyrireiking, og ikki minst at hetta tekur tíð. Fyrireikingartíð, ið er alneyðug, um vit skula røkka okkara málum og arbeiðið vera annað og meira enn ansing.
Hetta eru sum sagt krøv frá landspolitisku skipanini. Krøv, ið skula tæna okkara børnum og ikki minst okkara samfelag.
Tí er okkara krav, at vit fáa umstøður til at røkka tey krøv, landsins myndugleikar seta okkum. Tí um vit ikki fáa góðar umstøður, og við hesum fyrireikingartíð, so verður hendan tíðin og dygdin tikin frá børnunum.
Mentamálaráðið ynskir dygd og vit eru púra samd.
Dygd:
- í okkara arbeiði
- fyri okkara børn
- fyri okkara samfelag
Eg haldi ikki, at nakar kann vera ósamdur í, at dygd tænir øllum, men dygd kostar, soleiðis er tað bara, og tað vita øll!
Og eftir mínum tykki er tað ikki góður siður at lata børnini gjalda fyri tey krøv og ynski, sum tey vaksnu seta.