KR tapti fjórðingsfinaluna

Hóast teir í næstan ein tíma vóru fleiri á vøllinum enn mótstøðumenninir úr Vali, so eydnaðist tað ikki KR at vinna sær pláss í hálvfinaluni

Sunnukvøldið vunnu KR og Rógvi Jacobsen landskappingardyst á Laugardalsvøllinum ímóti botnliðnum Fram. Hóskvøldið var aftur gamla lagið, tá ið KR á heimavøllinum í Frostskjóli hevði vitjan av einum øðrum høvuðsstaðarfelagi, Vali, í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.
Valur vann 2-1. Valur legði seg á odda miðskeiðis í fyrra umfarinum. Trettan minuttir eftir steðgin javnaði KR, og so tóktist tað sum um, at heimaliðið hevði allar trumfirnar. Fimm minuttir undan steðginum varð ein av Vals monnunum rikin av vølli, og harvið vóru tað ellivu KRarar ímóti tíggju Vals monnum í 50 minuttir.
Men kortini var tað Valur, sum tryggjaði sær pláss í hálvfinaluni. Tá ið klokkan var farin 75 sekund upp um 90 minuttir skoraðu teir sigursmálið. Í KR søgdu teir seg sum heild vera illa nøgdar við avrikið hjá dómaranum, og teir søgdu seg ikki skilja, at tað skuldi bera til at spæla so leingi, tá ið dómarin frammanundan hevði givið til kennar, at bara ein minuttir var lagdur afturat vanligu leiktíðini.
Einki er kortini at ivast í, at í KR mugu teir fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri, at tað ikki eydnaðist teimum spæla seg í hálvfinaluna. Tá ið mótstøðuliðið hevði mist ein mann, hevði KR allar møguleikarnar, men teir tóku ikki av.
Rógvi Jacobsen var í KR álopinum alla tíðina.
Ein onnur fjórðingsfinala var á skránni hóskvøldið. Fram vann 2-1 á heimavøllinum í Reykjavík ímóti ÍBV úr Oyggjunum. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og Fram skoraði sigursmálið í 102. minutti.