Krúndiamanthjúnini Petra og Hannis í Horni

Pápi fylti 95 ár hósdagin. Og mikudagin í komandi viku hava tey bæði mamma liva saman í hjúnarlagi í 65 ár.

 

Tað er ikki óvanligt í pápasa familju at halda krúndiamantbrúdleyp. Tað megnaðu tveir beiggjar hansara og megnar konur teirra eisini umframt abbi og omma, sum hildu krún-diamant-brúdleyp í 1954. Omma doyði í 1955, farin um tey níti, meðan abbi livdi frískur og ferðugur í 11 ár eftir hetta til hann, mettur av sera hendingaríkum døgum, legði árarnar inn, farin um tey nítifimm.

"Gev mær eina blómu, meðan eg livi", er fremmant orðafelli. Okkara foreldur hava uppiborið eitt stórt og vakurt blómutyssi. Tí betri foreldur og meiri fullkomin fólk verður torført at finna. Tí blúgvast vit heldur ikki við alment at vísa okkara kenslur fyri teimum og við at nýta hetta høvið at takka teimum fyri alt tað góða, sum tey hava gjørt fyri okkum og lagt niður í okkum, ungum foreldrum til umhugsunar og fyrimyndar.

Góð foreldur vilja altíð og stund vera frummergurin í einum samfelag. Tí tað er fyrst og fremst hjá teimum, tú leitar eftir fyrimyndum um lívsáskoðan og medferð, tá ið tú á ungum árum trilvandi roynir at persónmenna teg. Og følir tú teg ikki elskaðan og virdan av tínum næstringum, serliga foreldrunum, eisini tá ið tú gerst okkurt skeivt, minka evnini munandi at elska og virða onnur. Og kærleiki í rúmari merking og virðing fyri øllum livandi er av-gjørda fyritreytin fyri góðum einstaklingslívi og við hesum góðum samfelagi.

Tað skal ikki skiljast so, at foreldur okkara royna at vera altfevnandi og sjónliga góðgerandi. Tvørturímóti hava tey uttan nakran háva savnað megina um at gagna, leiðbeina og geva seg allan fyri teimum og tí, sum tey varða av og halda vera gott, so langt evnini røkka: børnum, barnabørnum, vinum, familju, grannalagi, býi, politiska flokki, nøkrum fáum feløgum og samfelag, nøkulunda í nevndu raðfylgju. Uttan at vænta sær tøkk afturfyri, uttan at troka seg fram, uttan gabb og geip, uttan tvingsul og uttan betrivitan.

Sjálvstøði, sjálvræði, sjálvstýri, sjálvsábyrgd og skyldukensla hava verið teirra aðaleyðkenni. Á ellisárum hava tey sýnt satt samfelagssinni við ikki óneyðugt at vilja byrja kommunu og landi. Tí royna tey enn við stálsettum vilja, so langt til ber, at klára seg sjálvi í stak hugnaliga barnaheimi okkara, har fremsti mentanarligi førningurin er tolsemi og trivaskapur, manngóðska, hugsunarfrælsi og skynsemishugsan, sangur, tónleikur, skaldskapur, blíðskapur og vertskapur og, ikki at gloyma, frásøgu-kynsturin, sum abbi okkara var sannur meistari í, og sum pápi tók upp eftir hann, bara á ein annan hátt.

Pápi var filosofiski, sjálvspeiski, vitborni og álvarsskemtingarsami sam- og veitslurøðarin, sum øll lurtaðu eftir við andakt. Ikki var tað lættisoppalesnaður, ið hann las langt út á næturnar um átrúna, heimspeki, sálarfrøði o.a.m. Mamma, ið við sínum viðfødda skili, gerandisviti, ágrýtni og bráðlyndi kanska hevur verið nógv førari enn hann at loysa lívsins loyndarmál og gerandisligar uppgávur, tekur mangan til, at spell er at pápi okkara skal fara í grøvina uttan at hava sett vitan og niðurstøður sínar uppá prent. Men soleiðis var hann bara.

Tá ið skrivað verður "var", er tað tí, at hann helt seinastu sjálvspeisku røðuna (fyri sær sjálvum), tá ið hann fylti 93. Nú bíðar hann bara... eftir hvørjum? Alvísi hampamaðurin man vita, hvagar leiðin gongur eftir lívið! Tí skemtar hann ikki so oftani longur. Álvarsemið hevur vunnið á álvarsama skemtinum. Og kanska er hann meiri stúrsin um okkum og okkara kávan útyvir veruleikan enn um seg sjálvan.

Tey hava elskað lívið og alt livandi. Og livað lívið. Og givið og lænt øðrum lív.

Vit takka tykkum og ynskja, at tit á ellisárum halda, at lán eru komin læandi aftur.

Hitin av hondum tykkara hevur longu fløvað fleiri ættarlið og fer framhaldandi at breiða seg lívsjáttandi út í uppaftur fleiri ættarlið.


Børnini