Krúnborg við størstu svartkjaftalastini nakrantíð

- Hetta er fyrstu ferð, sí_an Krúnborg varð longd í fjør heyst, at skipið er komið aftur fult undir lúkurnar, sigur Petur H. Jacobsen, sum væntar, at hetta verður størsta lastin hjá einum pelagiskum fiskiskipi í Norðuratlantshavi

Fiskivinna

Tað vóru Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu, sum hesaferð vóru fyrstu skipini, ið rendu seg í svartkjaft í ES-sjógvi suður úr Írlandi. Finnur Fríði man nú hava fingið uppí á øðrum túrinum, og hjá Tróndi í Gøtu man fara at líða væl at fáa uppí aftur ? eisini á øðrum túrinum, síðan tey bæði skipini fóru suður á hesar leiðir at royna.
Onnur skip fylgdu eftir teimum, og í gjáramorgunin kom Krúnborg á Fuglafjørð við fullari last. Hetta er samstundis fyrsti túrurin hjá Krúnborg við fullari last, síðan skipið varð longt í fjør heyst.
- Eftir leingjanina var skipið fyri tað mesta á makrelveiði, og tí er hetta fyrstu ferð, at Krúnborg er komin til lands við fullari last.
Petur H. Jacobsen, reiðari, sigur, at teir eru ikki so lítið spentir upp á, hvussu lastin fer at hildnast nú eftir leingjanina.
- Í kvøld ella í morgin fáa vit so at vita, hvussu lastin hildnaðist, segði reiðarin, tá ið vit høvdu hann í telefonini í gjáramorgunin.
Reiðarin væntaði, at lastar Krúnborg tað, sum útrokningarnar siga, verður hetta samstundis størsta lastin hjá einum pelagiskum skipi her í Norðuratlantshavi, nevniliga 3.200 tons.

Góður fiskiskapur

Sum skilst, hava norðmenn eitt skip, sum er størri enn Krúnborg, men hesin báturin, sum kallast Libas, fiskar mest makrel og sild til matna. Tí eru nøgdirnar, sum Libas førir til lands, ikki so stórar sum hjá Krúnborg, ið landar svartkjaftin til ídnað.
Petur H. Jacobsen sigur, at tað tók manningini umborð á Krúnborg umleið hálvt triðja samdøgur at fylla skipið.
- Jú, hetta er góður fiskiskapur, og tað skuldi tað helst eisini verið, tí hetta er besta tíðin til svartkjaft.
Reiðarin sigur, at svartkjafturin plagar at taka seg upp á hesum leiðum, og sum tíðin líður, gongur hann norður yvir ? norður ímóti St. Kilda og norður higar í føroyskan og íslendskan sjógv.
- Gongst, sum ætlað, kann væntast, at pelagisku skipini fara at liggja á svartkjaftinum til einaferð tíðliga í summar. Síðan verður farið á sildaveiði, sigur hann.

Menn spentir

Petur vísur á, at svartkjaftafiskiskapurin royndist heldur svikaligur í seinnu helvt av 2004, og tí eru vit rættiliga spentir eftir at síggja, hvussu verður í ár.
Hann staðfestir, at í løtuni er líkt til, at gongdin verður hin sama, sum undanfarin ár, og hann vónar, at árið fer at hildnast við svartkjaftinum ? eisini í tí annars slakaru tíðini, tá ið besta tíðin er av.
- Tað vísti seg, at hóast nógvur svartkjaftur var at síggja í seinnu helvt av 2004, so stóð hann ikki so tættur ? og viðhvørt stóð hann longur uppi í sjónum enn vanlig. Tí hildnaðist hesin parturin av árinum ikki so væl, sigur Petur H. Jacobsen, reiðari.