20 milliardir dollarar. Tað er tað, ið krevst, um man ynskir at steðga flóttafólkastreyminum, ið ferðast gjøgnum Libya og harfrá tvørturum Miðjarðarhavið.
Tað er metti kostnaðurin, ið generalurin Khalifa Haftar, ein krígsharri í Libya, nevnir í samrøðu við italska blaðið Corriere della Sera, sambært Berlingske.
Krígsharrin, hvørs herdeildir stýra stórar partar av Suður- og Eysturlibya, sigur við blaðið, at um man ynskir at steðga flóttafólkastreyminum, so er neyðugt at forða flóttafólkunum at yvirhøvur koma til Libya. Og tað bjóðar hann seg nú at gera, um hann fær peningin til tað.
Sambært Berlingske skal krígsharrin brúka 20 milliardir dollarar næstu 20-25 árini til at tryggja 4.000 kilometrar langa markið har suðuri í landinum, soleiðis at flóttafólk ikki kunna koma úr Niger, Chad og Sudan, ið eru tey londini flest fólk ferðast gjøgnum fyri at koma til Libya.
Í samrøðuni við italska blaðið vísir hernaðarleiðarin á, at Turkaland hevur eina líknandi avtalu í lag, har stjórnin fær 6 milliardir dollarar frá ES fyri at hava tamarhald á flóttafólkastreyminum, ið roynir at koma til Evropa gjøgnum landið, og tá er talan um nógv færri flóttafólk enn tey, ið ferðast gjøgnum Libya.