Í Bretlandi eru politikarar á gosi, eftir at bretskir diplomatar hava sagt sína hjartans hugsan um George W. Bush, forseta og uttanríkispolitikk hansara.
Hugsanin hjá diplomatunum bleiv avdúkað í einum italskum blaði, sum visti at siga, at teir bretsku diplomatarnir løgdu ikki fingrarnar ímillum, tá teir á einum fundi við italskar starvsbrøður umrøddu ymisk uttanríkispolitisk viðurskifti so sum bardagan ímóti yvirgangi.
Ímillum diplomatarnar var bretski sendiharrin í Rom, Sir Ivor Roberts, og hóast hann sum sendiharri eigur at vanda sær um orðini, loyvdi hann sær at siga, hvat hann heldur um amerikanska forsetan.
? Tað fer at koma al-Qaeda væl við, vinnur Bush valið í november. Ja, Osama bin Laden hevði uttan iva atkvøtt fyri Bush, hevði hann havt valrætt í USA, segði Ivor Roberts. Eins og hinir diplomatarnir segði hann seg vera sannførdan um, at tað er betri fyri heimin, at John Kerry vinnur, tí uttanríkispolitikkurin hjá Bush er vandamikil.
USA er fíggindin
Flestu serfrøðingar eru á einum máli um, at amerikanski bardagin ímóti yvirgangi hevur gjørt al-Qaeda veikari sum felagsskap. Men teir vísa samstundis á, at áhugin fyri felagsskapinum hevur ongantíð verið so stórur sum nú.
? Amerikanski bardagin hevur gjørt, at nógvir muslimar eru sera misnøgdir, og hetta hevur ivaleyst eisini gjørt, at tær víðgongdu hugsjónirnar hava fingið betri gróðrarlíkindi, sjálvt um nógv er gjørt fyri at forða tí, sigur norðmaðurin Brynjar Lia, sum stendur á odda fyri einari granskingarverkætlan hjá norska verjustovninum.
Brynjar Lia vísir á, at álopið á Irak hevur fingið fleiri muslimar at uppfata USA sum eitt ágangandi land, ið hevur hjálandaætlanir í Miðeystri. At USA ikki vil leggja trýst á Ísrael fyri at fáa tað at taka seg aftur av teimum hersettu palestinsku økjunum uppfata muslimarnir, sum at USA tekur undir við ísraelsku hersetingini.
Hetta hevur gjørt, at fleiri islamistiskir felagsskapir hava gjørt av at ganga í fótaspirum al-Qaeda og at nýta sama framferðarhátt sum felagsskapurin hjá Osama bin Laden, heldur Brynjar Lia.
Eisini í Evropa
Norski granskarin sigur, at tað er ikki bara í Miðeystri, at ungir menn fella til tær víðgongdu hugsjónirnar. Tað hendir eisini í Evropa. Nógvir muslimar eru farnir úr Evropa til Irak at stríðast ímóti hersetingarvaldinum. Hann sigur seg ikki hava frætt, at muslimar eru farnir úr Noregi til Irak, men tað er hugsandi, at svenskir muslimar eru farnir hagar.
Eisini í londum sum Fraklandi, Bretlandi og Italia hava tær víðgongdu hugsjónirnar havt viðrák, og tað finnast eisini prógv fyri, at muslimar úr hesum londunum hava tikið lut í sjálvmorðsatsóknum ímóti indisku myndugleikun-um í Kashmir, sigur Brynjar Lia.
Í Evropa leggja teir víðgongdu felagsskapirnir seg fyrst og fremst eftir at fáa stuðlar ímillum teir muslimarnar, sum regluliga koma í moskurnar, ella sum arbeiða hjá ymsum islamskum hjálparfelagsskapum. Men tað hendir eisini aðrastaðni, eitt nú í fongslum.
USA kann tapa
Sjálvur hevur Brynjar Lia ikki tær bestu vónirnar um framtíðina.
? Sama um vit síggja tað úr einum hugsjónarligum ella einum hernaðarligum sjónarhorni, hevur amerikanska hersetingin av Irak verið eitt framstig fyri al-Qaeda og ta víðgongdu islamistisku rørsluna. Irak er eisini væl egnað sum vígvøllur, tí har ber til at vinna amerikanarunum neisur. Har er ov mikið av vápnum, nógvir ungir menn hava einki arbeiði, men kunnu bera vápn, og teir hava meiri enn 150.000 amerikanskar hermenn at gera seg inná.
Sambært norska granskaranum er tað ikki óhugsandi, at Iran, Sýrialand og kanska eisini Saudiarabia hava ein ávísan áhuga í, at USA skal tapa kríggið í Irak, og tey eru heldur ikki serliga hugað fyri at hjálpa amerikanarunum, sigur hann.
? Spurningurin er, um USA og tess sameindu ikki eru dømd til at tapa kríggið ímóti teimum iraksku mótstøðufelagsskapunum, sigur Brynjar Lia.
Kríggið bjargaði al-Qaeda
Stjórin í norska friðargranskingarstovninum, Stein Tønnesson, er samdur við Brynjar Lia.
? Í 2001 var al-Qaeda illa fyri orsakað av innanhýsis ósemjum. Felagsskapurin hevði brúk fyri krígnum í Afghanistan, men tað gekst als ikki, sum al-Qaeda hevði væntað og vónað. Kríggið í Irak gjørdist bjargingin fyri al-Qaeda - ikki sum felagsskap, men sum eina hugsjón, og í dag eru fleiri felagsskapir, byggja á somu hugsjónina. Tí er kríggið í Irak ein vinningur fyri al-Qaeda, sigur Stein Tønnesson.
Hann er kortini ikki so dapurtskygdur sum Brynjar Lia.
? Støðan í Irak er trupul og kann gerast uppaftur verri. Men tað kann eisini henda, at valið fer at kveikja ein politiskan neista, sum kann enda við, at mótstøðan ímóti USA verður politisk heldur enn yvirgangur, sigur Stein Tønnesson.
(Kelda: Aftenposten)










