Hóskvøldið 9. juli klokkan 19 heldur bretin Alisdair MacEachen fyrilestur við myndum um 2. heimsbardaga, sum hann fór fram í oyggjasamfeløgum Fyrilesturin verður í hølunum hjá Kunningarstovuni og Krígssavninum í Vágum, í bygninginum hjá J. K. Joensen í Miðvági.
Alisdair MacEachen fer at greiða frá um krígsárini í Føroyum og Suðuroyggjum (Hebridunum). Eitt nú hevur hann fleiri myndir frá herdeildini Lovat Scouts, sum hevði støð í Føroyum.
Umframt krígstíðina fer Alisdair MacEachen eisini at greiða frá handverki og arbeiði í Suðuroyggjum í fimti- og sekstiárunum. Talan er fyri stóran part um virksemi og dagligt yrki, sum ikki er til longur.
Alisdair MacEachen býr sjálvur í Suðuroyggjum. Hann hevur vitjað í Føroyum og hevur serligan áhuga fyri oyggjasamfeløgum. Og so er hann søgukønur og søgufróður eisini.