Sunnudagin var næstsíðsta umfar í íslendsku landskappingini í fótbólti, og tá varð greitt, at KR er meistari í 2011. Hetta er 25. ferðin, at høvuðsstaðarfelagið vinnur meistaraskapin. Sunnudagin átti KR heimavøll ímóti grannunum í Fylkir, og KR vann 3-2.
Fyrr í summar var Valur við trimum føroyskum landsliðsspælarum við í oddastríðnum, men síðstu mánaðirnar hevur tað ikki gingið væl hjá Vali, sum undan síðsta umfari er dottið aftur á fimta pláss.
Sunnudagin vóru allir tríggir føroyingarnir Jónas Þór Næs, Pól Jóhannus Justinussen og Christian R. Mouritsen - millum teir fyrstu ellivu, og tá gekk tað av skriðuni hjá Vali, sum á útivølli legði rygg til 5-0 tap ímóti Stjarnuni. Úrslitið ber við sær, at Stjarnan er á fjórða plássi við 37 stigum, meðan Valur á fimta plássi hevur 35 stig.
Undan síðsta umfari hevur KR 46 stig, FH, sum á heimavølli vann 4-2 á ÍBV, hevur 41 stig, og ÍBV úr Vestmannaoyggjum er á bronsuplássi við 40 stigum.
Í botninum er spenningurin eins stórur, sum hann er í botninum í føroysku kappingini. Víkingur hevur 15 stig og er fluttur niður. Fýra feløg kappast fyri at sleppa undan hinum niðurflytingarplássinum: Grindavík hevur 20 stig, og Þór Akureyri, Fram og Keflavík hava 21 stig.
Seinnapartin leygardagin verður 22. og seinasta umfar, og tá fær Valur vitjan av nýklæktu meistarunum í KR.










