Hanus Samró, løgtingsmaður
----
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um nýggju krøvini til koyrikort, har tað verður kravt, at næmingar skulu hava fyrstuhjálp, tá farið verður upp í koyrikorti, settur Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Kann landsstýrismaðurin útgreina, hví ungdómurin skal hava fyrstuhjálp, tá tey taka koyrikort?
2. Veit landsstýrismaðurin, at broytingin fer at kosta ungdóminum nógvar pengar?
3. Heldur landsstýrismaðurin tað vera rímiligt, at ungdómurin skal rinda fyri fyrstuhjálp, tá koyrikortið kostar nógvar túsund krónur?
Viðmerkingar
At landsstýrið av sínum eintingum sleppur at leggja gjøld og senda rokningar til ungdómin uttan nakra viðgerð í Løgtinginum, men við eini kunngerð, er ein óheppin støða fyri okkara ungdóm.
Tað er ivasamt, um landsstýrismaðurin legði uppskotið fram, har hann mælti til at senda ungdóminum eina eyka rokning upp á nógvar túsund krónur fyri koyrikort, um Løgtingið hevði samtykt uppskotið.
Vit hava fólka- og miðnámsskúla, hvørs endamál er at skúla okkara ungdóm, so at hann kann gagnnýta sín førleika í samfelagnum. Tað er vorðið so ósmidligt og óliðiligt við ES lógum og krøvum, at okkara skúlaskipan er ikki smíðað eftir føroyska samfelagnum. Næmingar, ið velja at fara til skips, tá teir eru lidnir við fólkaskúlan, sleppa ikki, tí teir hava ikki trygdarskeið. Sostatt skulu teir brúka fleiri túsund krónur upp á trygdarskeið, áðrenn teir sleppa til arbeiðis.
Við nýggju broytingini hjá landsstýrismanninum við innlendismálum, Kára P. Højgaard, sleppa miðnámsskúlanæmingar ikki so frægt sum at taka koyrikort, tí teir hava ikki fyrstuhjálp. Aftur hesaferð kemur tað at kosta ungdóminum fleiri túsund krónur. Tað kann tykjast óheppið, at okkara ungdómur, tá hann verður liðugur við fólka- ella miðnámsskúlan, at hann hvørki sleppur ella er egnaður at koyra bil ella fara á arbeiðsmarknaðin, tí ES og landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, ikki loyva tí. Er tað veruliga soleiðis, at vit ynskja at áseta lógir um, at borgararnir í Føroyum skulu duga fyrstuhjálp, er tað meir hóskandi at krevja tað í fólkaskúlanum. Ikki umvegis koyrikortið. Tað er óheppið, at okkara skúlaskipan forðar ungdóminum at arbeiða. Tvørturímóti áttu tað heldur at vera krav, at bæði fyrstahjálp og trygdarskeið vóru partur av pensum í fólkaskúlanum, so at okkara ungdómur fær møguleikan at arbeiða og/ella koyra bil, tá tey einaferð verða liðug við fólka- ella miðnámsskúlan.
Við áðurnevndu broyting framleiða vit ørgrynnu av næmingum, men eingin av teimum sleppur at arbeiða, tí tey lúka ikki treytirnar hjá ES og Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum.
Tað kann tykjast soleiðis, at fólk kunnu halda uppá, at broytingarnar eru ætlaðar okkara skúlaskipan, so at ungdómurin frameftir verður skúlaður í, hvussu tey skulu arbeiða innan fyri almennu umsitingina.
Við at seta so nógvar forðingar, verða vit noydd at laga okkara skúlaskipan eftir broytingunum. Tað er ein margháttlig støða, sum okkara ungdómur er komin í, tí tey sleppa ikki at arbeiða, tá tey einaferð eru liðug við fólka- ella miðnámsskúlan, tí tey lúka ikki treytirnar fyri at arbeiða ella koyra bil.
Tískil verða omanfyri nevndu spurningarnar settir.
Á Løgtingi, 23. januar 2013
Hanus Samró