Herfyri vóru fimm ár liðin, síðan dagtilhaldið Blákollan á Oyri læt upp á fyrsta sinni. Blákollan hevur góðar og rúmsáttar umstøður, har fólk kunnu koma saman til ymisk áhugamál - ella bara til eitt prát og ein góðan drekkamunn. Dagtilhaldið á Oyri er opið hvønn týsdag og hósdag seinnapart.
Í Sunda kommunu ivast tey onga løtu í, at tilhaldið ger sítt til, at tey eldru í Sundalagnum eru virkin sum longst.
- At vera virkin er jú av alstórum týdningi fyri vælveruna hjá okkum øllum. Jú, meira vit koma saman og geva hvørjum øðrum nakað, tess betri verður trivnaðurin, ásannar kommunan.
Eitt hjartsuff hjá fleiri, sum vitja Blákolluna, er tó, at eingin skipaður flutningur finst til og frá dagtilhaldinum. Kommunan er rættiliga víðfevnd og hjá teimum, sum ikki hava bil til taks, kann tað tí vera tvørligt at koma til góða tilboðið á Oyri.
- Vit hava tí gjørt av, at kommunan fer at royna eina koyritænastu fyri pensjónistar til og frá dagtilhaldinum. Byrjað verður týsdagin hin 13. mars, sigur Sunda kommuna.
Lagt verður aftrat, at hetta verður ein roynd, og í summar verður mett um, hvussu tænastan hevur hepnast, og hvørt grundarlag er fyri at halda fram við henni.