Koyring við gróti í Trongisvági: Ongin orsøk at stúra fyri okkum

?Veruleikin er, at persónbilarnir eru til størri vanda fyri ferðsluna enn vit, sum koyra lastbil, sigur Mortan Sørensen, talsmaður hjá teimum, sum koyra grót til nýggju ferjuleguna í Trongisvági

Ferðslutrygd

?Vit vísa størstu ábyrgd, tá ið vit koyra lastbil.
Tað sigur Mortan Sørensen í Øravík.
Hann er ein av teimum sjey bilførarunum, sum koyra grót úr grótbrotinum Inni í Líð í Trongisvági, út til nýggju samferðsluhavnina uttanfyri Drelnes.
Hann er eisini talsmaður hjá teimum sum koyra. Og hann er ikki samdur við teimum, sum nú føla seg ótrygg av teirri koyring, sum nú er um dagarnar við gróti úr grótbrotinum, yvir á ferjuleguna.
Ein, sum følir seg ótryggan, er skúlastjórin á Tvøroyri, sum hevur skrivað kommununi bræv, hann hann sigur, at eftir hansara tykki er skúlavegurin hjá børnunum vorðin lívshættisligur, tí tað kemur fyri, at grót dettur út biliunum, á vegin. Og tað heldur hann, at skaði kann standast av, tí lastbilarnir koyra beint eftir skúlavegnum hjá nógvum av børnunum, sum ganga í skúla í Trongísvági.
Fýlst hevur eisini verið á, at lastbilarnir koyra ov skjótt.

Innanfyri lógarinnar mark
Men Mortan Sørensen heldur ikki, at tað er nøkur orsøk til at stúra fyri koyringini. Tað er heldur ongin orsøk til at føla seg ótrygg fyri teimum lastbilum, sum koyra.
? Vit taka koyringina i størsta álvara og vit vísa so stóra ábyrgd fyri koyringini, sum vit eiga, sigur hann.
Hann sigur, at lastbilarnir halda seg eisini væl og virðiliga innanfyri lógarinnar mark, bæði, hvat ferð viðvíkur og hvat grótinum í lastini viðvíkur.
Hann viðgongur tó, at í fyrstuni, tá ið koyringin byrjaði, vóru ymsir trupulleikar.
?Onkur hevði kanska hug at koyra nakað skjótt og tað kom eisini fyri, at tann, sum fylti í, hevði lyndi til at koyra nakað nógv í lastina.
Tað førdi í einstøkum føri við sær, at onkur steinur datt á vegin, sigur hann.
Hann sigur, at trupulleikan við ferðini, hava teir, sum koyra, tosa um og ferðin er ikki ein trupuleiki longur. Og trupulleikan við at ov nógv verður fylt í lastina, hava teir tosað við byggifelagið um og tann trupulleikin er eisini loystur í sátt og semju við byggifelagið, so nú er ikki meir í lastini, enn loyvi er til at hava.
? Vit fáa vist fyri hvørt kubikk, so tað er onki endamál hjá okkum at koyra meiri í lastina, enn vit hava loyvi til, tí so missa vit pening.
Mortan Sørensen leggur afturat, at lastbilarnir koyra ikki eftir skúlavegnum hjá børnunum.
? Børnini hava gongutunnil undir landsvegnum at ganga ígjøgnum og tí koma tey ikki í samband við koyringina.
Hann vísur eisini aftur páhaldinum um, at tað er komið fyri, at steinar eru dotnir av lastbilunum, beint við tunnilsmunnarnar, tí tað passar ikki, sigur hann

Persónbilar størri vandi
Mortan Sørensen sigur, at í veruleikanum er personbilarnir nógv størri vandi fyri ferðslutrygdina enn lastbilarnir eru.
?Tað kemur alt ov ofta fyri, at persónbilar, sum koma av Tvøroyri, inn á Landsvegin við Shellstøðina, ikki halda av, hóast hávatenn eru í vegnum og tað elvir lastbilunum til stórar trupulleikar.
Tað er eisini vanligt, at persónbilar, sum koma inneftir ikki halda av, sum teir skulu og tað elvir eisini til stórar trupulleikar.
Talsmaðurin hjá lastbilførarunum staðfestir, at skelti eru sett upp sum siga, at bilar, sum kora inneftir, skulu halda av fyri bilum, sum koma heimeftir, men tað er heilt vanligt, at tann víkiskyldan ikki verður hildin.
? Tað tænir teimum, sum koyra lastbil til rós, at ongin skaði er hendur, tí ein fullfermdur lastbilur er ikki lættur at steðga. Men at ongin skaði er hendur, er besta prógvið um, hvussu hampiliga lastbilarnir koyra, sigur Mortan Sørensen.
Hann sigur, at einaferð er tað hent, at ein spegil á einum persónbili fór, men tað var tí, at persónbilurin trokaði seg fram, táið hann kom inneftir og sostatt ikki helt av, sum hann átti.
Nú ætlar Tvøroyrar Býráð at heita á Landsverkfrøðingin um at seta ferðina á strekkinum niður á 30 km/t.
?Tað ger ikki mun hjá okkum, sigur Mortan Sørensen.