Koyrigjaldið hjá IRF hækkar

Koyrigjaldið er galdandi fyri burturkast, sum bilarnir hjá IRF koyra frá virkjum og bingju og endurvinningarplássum

Koyrigjaldið hjá IRF hækkar frá 15. januar 2024 til 35 kr fyri rúmmeturin. Gjaldið hækkar sostatt við 10 krónum fyri rúmmeturin, úr 25 til 35 krónum.

 

Koyrigjaldið verður lagt afturat kostnaðinum fyri burturbeining, tá ið talan er um brenniburturkast, pappír/papp, plast, mat- og frituruolju, jarn/metal, dekk og tyrviburturkast.