Landsverk heitir á bilførarar um at koyra varliga í vetrarferðsluni. - Latið ferðina taka ta tíð sum krevst, kunnið tykkum um veðrið, áðrenn farið verður í bilin og haldið fjarstøðu frá bilinum frammanfyri, boðar Landsverk frá.
Nógvur kavi er komin niður seinastu tímarnar, og tað er hálka nógvastaðni.