Málskjúttin
Við seks landsliðsmálum er Rógvi Jacobsen nú av álvara farin at nærkast all-time máltindunum hjá føroyingum.
Aftur leygardagin var Rógvi rætti maðurin á rætta staðnum. Ein eginleiki, sum er vorðin alt meira eyðsýndur, og sjálvur hevði hann eisini hug at breggja sær eitt sindur av hesum.
- Eg royni at siga við teir, at vit bara skulu hava bóltin innfyri. So skal eg nokk taka mær av restini!
Og hóast orðini gjørdust meira álvarslig, so tóktist lagið framvegis vera gott, tá tosið fall inn á málið og upprunan til hetta.
- Tað er nokk Jónhard, sum sleppur ígjøgnum í høgru. Í fyrstu atløgu fáa vit ikki skot á, men eg fái so beint hann inn aftur móti málinum í luftdysti. Eftirfylgjandi eru onkrir hjá okkum, sum royna at fáa skot á, og so satsi eg bara uppá, at bólturin dettur leysur niður. Tað ger hann tíbetur, og so smekkaði eg bara til.
Og tú ivaðist ikki í, at hann sat?
- Nei. Eg haldi eisini, at málverjin gerst eitt sindur skakkur, tá eg brádliga standi so leysur, og so var tað ikki so trupult, helt málskjúttin.
Lúrandi leiklut
Um hetta við máltevinum, sum hann so ofta hevur sýnt á landsliðnum, sigur Rógvi, at hetta partvíst kemst av varna útgangsstøðinum, sum Føroyar aloftast hava.
- Serliga hesar seinastu ferðirnar, tá eg hava verið millum miðvøll og álop, hevur tað eydnast væl at koma til møguleikar. Tað er líkasum, at hinir ikki ansa eins væl eftir mær tá. Teir hava líka sum hug at gloyma, at tá vit hava bóltin, so eri eg áleypari, og tí fái eg ofta akkurát tað eyka plássið, sum er neyðugt, helt Rógvi Jacobsen at enda.