Koyrdur: 99% ógegni – 1% annað

- Tað hevði helst verið rættari at gjørt hetta áður. Men nú kundi eg ikki bíða longur, segði løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen við Kringvarpið fyri løtu síðani.

Hann vísti tó á, at nú Jákup Mikkelsen er koyrdur frá sum landsstýrismaður, so bygdi hetta 99% uppá hansara ógegni, og bert 1% uppá onnur mál.

- Eg havi hugsað leingi um tað, og út frá eini heildarmeting hava eg tikið avgerð um hetta, segði løgmaður víðari.

Seinastu tíðina eru alsamt fleiri fiskivinnumál endaði á borðinum hjá løgmanni, og tað kundi hann ikki liva við í longdini.

- Tað er tí ikki umrødda friðingin sum er orsøkin til at hann varð koyrdur úr starvi, men hansara óegni, slær Kaj Leo fast, og sum ikki væntar at hetta fer at ávirka samgonguna.