Í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga, at tað sum heild hevur verið rættiliga friðarligt í nátt.
- Vit vóru sjónligir í náttarlívinum, og har okkurt var við at taka seg upp, vóru vit til steðar og fyribyrgdu, at talan gjørdist um harðskapsmál.
Løgreglan sigur, at tríggir persónar kortini eru skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar í nátt, og hetta hendi í Havn.
- Teir vórðu tiknir við inn á støðina, har teir vórðu avhoyrdir, men vórðu skjótt leyslatnir aftur og koyrdir til hús, verður lagt aftrat.
Í nátt hevur løgreglan eisini tikið tveir bilførarar, sum koyrdu við ongum koyrikorti. Annar hevði mist koyrikortið, og hin hevði ongantíð tikið tað.
- Tann, sum hevði mist koyrikortið, men varð tikin aftur í nátt, verður eisini skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at annar bilførarin varð tikin í norðurøkinum og hin her í miðstaðarøkinum.











