Koyrdi ávirkaður og uttan koyrikort

Løgreglan í Havn tók leygarmorgunin ein mann fyri at koyra ávirkaður. Rúsdrekkakoyringin fór fram í Norðstreymoy, og tað vísti seg eisini, at umfram at verða ávirkaður, so koyrdi maðurin eisini uttan at hava nakað koyrikort.