Koyrdi við kenning og rendi á ein pela

Ein bilførarin spældi sær av við koyrikortið í gjárkvøldið

Beint eftir klokkan átta í gárkvøldið fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp var hent uppi á Hoyvíksvegnum.

Tá ið løgreglan kemur á staðið, varnast tey, at bilførarin er ávirkaður av rúsdrekka, men tíbetur var tað bara ein peli, sum stóð í vegin og ikki eitt fólk.

 

Tveir mans vóru í bilinum og teir fóru báðir á Landssjúkrahúsið til kanningar og blóðroynd er eisini tikin av bilføraranum fyri at staðfesta, hvussu ávirkaður hann var.

Men hann spælir sær so av við koyrikortið - og tað var betri at hann rendi á ein pela enn at hann rendi á eitt fólk.